- Eg havi vónir um at røkka eini topp trý plasering.
Soleiðis sigur Guðmundur Joensen, sum luttekur í heimsmeistaraskapinum í Ironman í dag.
Kappingin fer fram í Las Vegas. Guðmundur Joensen hevur saman við venjaranum og beiggja sínum, Kristian Martin Joensen, verið í Las Vegas síðani seinasta sunnudag, har teir hava gjørt seinastu fyrireikingarnar.
- Eg havi ongantíð verið so væl fyri sum nú, og eg havi tað eisini heilt gott við hitanum, so samanumtikið hava fyrireikingarnar gingið væl, sigur Guðmundur Joensen, sum skal kappast í útvið 40 hitastigum.
Komandi tímarnar skal Guðmundur Joensen svimja 1,9 kilometrar, súkkla 90 kilometrar og at enda renna eitt hálvt marathon, sum er umleið 21,2 kilometrar.
- Eg fari at koyra eftir mínum kjansi, og tað krevur, at eg arbeiði hart á súkkluni, men eg vóni sjálvandi, at allar tríggjar greinarnar ganga væl, sigur 30 ára gamli havnarmaðurin og leggur afturat:
- Størsta avbjóðingin hjá mær verður at fáa nóg mikið av vætu og orku í hesum ekstrema hitanum. Tað kann verða munurin millum success og fiasko, sigur Guðmundur Joensen.
Kappingin byrjar klokkan 15.00 føroyska tíð.