Eg vil hava frið at roykja
- Hetta ber brá at puritanskum forstoppilsi.
Kristian Magnussen er rættiliga irriteraður um ætlanina hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at seta fullkomið roykibann allastaðni innandura, har fólk koma saman, antin tað so er til arbeiðis ella í frítíðini.
Kristian Magnussen er løgtingsmaður og hann er eisini flokspolitiskur partamaður hjá landsstýrismanninum.
- Tað er irriterandi, at landsstýrismenn ferð eftir ferð kunngera stórar ætlanir, áðrenn tær eru viðgjørdar í samgonguni.
Í hesum føri sipar hann ikki bara til Hans Paula Strøm.
- Men tað kemur alt ov ofta fyri, at landsstýrismenn sleppa einari politiskari ballón fyri og aðrari eftir upp í loft, uttan at nøkur sum helst politisk viðgerð liggur aftanfyri.
Hann heldur, at vilja landsstýrismenn fremja mál, er tað ikki hepnasti mátin at almannakunngera tey, áðrenn tey hava fingið nakra sum helst politiska viðgerð.
- Tað kann tvørturímóti órógva málið verður loyst. Teir skulu heldur brúkt sína arbeiðsorku til tey mál, teir hava lovað at framt, leggur hann afturat. Hann vil tó ikki nevna ítøkilig mál.
- Tað kundi verið so mangt, sigur Kristian Magnussen.
Eitt sindur hysteriskt
Men Kristian Magnussen er eisini týðiliga irriteraður inn á ætlanina at seta fullkomið roykiforboð í gildi allastaðni.
- Hetta er eitt sindur hysteriskt og ber brá av puritanskum forstoppilsi. Hinvegin vildi eg ynskt, at eitt vet av tí nógv umrødda tolseminum eisini dryppaði á okkum roykjarar, sigur hann.
Sjálvur hevur hann roykt í mong ár og vil fegin hava rætt at roykja, akkurát sum tey ið ikki roykja, skulu hava rætt til tað.
- Vit hava akkurát hert tubbakslógina, so at ung undir 18 ár ikki hava loyvi at keypa sigarettir, samstundis sum sleppa handlar ikki at hava tubbakksvørur á sølufremjandi staði.
Hann dugir væl at síggja, at tey, sum ikki roykja, skulu hava rætt til at sleppa undan royki.
Men hann dugir eisini at síggja, at tað verður torført at halda roykiforboð allastaðni.
- Í Írlandi er umfatandi roykiforboð, men eg veit, at har er onki mark fyri hugflognum í royndunum at snúgva sær undan forboðnum.
- Eg dugi heldur ikki at síggja nakað sum helst endamál í at jagstra fólk út á gøtuna á einum arbeiðsplássi, har kanska øll roykja og sjálvi eru samd um at roykja innandura.
Kristian Magnussen vísir á, at arbeiðsgevarar hava ræði á sínum arbeiðsplássi og hóast tað er lógligt at roykja, er tað onki, sum forðar teimum í at seta roykiforboð í gildi á innandura. Tað er heldur onki, sum forðar matstovum, pubbum og gistingarhúsum at seta roykiforboð í gildi.
- Men hví kann tað ikki vera sjálvboðið. Hví skal tað ikki bera til at hava støð, har tað er loyvt at roykja. So kunnu roykjarar halda seg har og hini halda seg burtur, vilja tey tað.
Sjálvur vil Kristian Magnussen hava rætt at roykja.
- Hvørki eg, ella onnur, roykja fyri at gera øðrum, fortreð. Men eins og onnur ikki roykja, eiga vit at hava rætt at roykja.
Rakar havnina harðast
Annars heldur hann, at tað er ein spurningur um, hvussu nógv, vit skulu lóggeva.
- Hetta minnir ov nógv um formyndarí. Hvat verður so tað næsta, vit skulu lóggeva um? Hví so ikki eisini seta forboð fyri at drekka, spyr hann.
- Tað er sanniliga eisini skaðiligt at drekka, og eg eri vísur í, at brennivín elvir til nógv størri skaða og menniskjansligar vanlagnur enn roykingin ger.
- Eg dugi ikki at síggja, hví roykjarar ikki kunnu hava roykirúm at vera í, men skulu rekast út at gøtuna. Tað er eisini stórur munur at standa úti á gøtunum í Føroyum, her veðrið er rættiliga illfýsi og so at ganga úti í nógvum øðrum londum.
Kristian Magnussen er eisini sannførdur um, at eitt roykiforboð fer at raka vinnulívið í høvuðsstaðnum nógv harðast.
- Tað er í Havnini, at allarflestu matstovurnar og skeinkistøðini eru, og tað er til Havnar, at fólk, víða um landið, leita sær hvørt vikuskiftið, so tað er eisini her, at eitt roykiforboð fer at merkjast, sigur hann.