Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, eftir at Ingeborg Vinther segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at Johan Dahl var kunnaður um fráfaringaravtaluna við frákoyrda ALS stjóran, Ernst Jacobsen.
Alfred Petersen, stýrisformaður, ringdi til mín týsdagin, meðan eg var staddur í Danmark, og kunnaði meg um, at stýrið hevði mist álitið á stjóranum og at hann fór frá við eini fráfaringaravtalu, men eg fekk einki at vita um, hvat innihaldið í fráfaringaravtaluni var. Hann segði eisini, at stýrið fór at almannakunngera hetta dagin eftir, mikudagin, sigur Johan Dahl.
Hann sigur víðari, at hann ikki spurdi um innihaldið í avtaluni.
Men hví gjørdi tú ikki tað? Um tú hevði fingið tað at vita, hvat hevði tú so gjørt?
Trupulleikin er, at eg kann einki gera. Eg kann ikki nokta stýrinum at gera eina fráfaringaravtalu, sigur Johan Dahl.