Tað segði fyrrverandi stjórnarleiðarin í Grønlandi, Múte B. Egede, við TV 2 í dag.
– Vit hava kanska verið á markinum til onkran naivitet. Vit vóru sera varin. Ikki bara í Grønlandi og Danmark, men í allari vestursamgonguni. Tað kundi verið gjørt øðrvísi, segði Egede.
Spurdur, hvat tað kundi havt við sær, svaraði Egede, at hann heldur, at tað kundi havt við sær onkran máta at gera tað uppá.
Múte B. Egede legði tó dent á í samrøðuni við TV 2, at hann tekur fult undir við, hvussu avloysari hansara, Jens-Frederik Nielsen, hevur handfarið støðuna.
/Ritzau/











