Herfyri kunngjørdi Mentanargrunnur Landsins, hvørjar starvslønir grunnurin hevur samtykt at lata, og hvør skal fáa íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2026.
Hyggja vit at starvslønunum, fingu trý fólk ávkavist 12 og seks mánaðir, og tilsamans 58 umsøkjarar fingu játtað starvsløn í ávikavist ein, tveir, tríggjar og fýra mánaðir. Millum
tey, sum fingu játtað starvsløn í tríggjar mánaðir, vóru listakvinnan, Guðrið Poulsen og maður hennara, útróðrarmaðurin, Doru Tiberiu á Torvlaðnum.
Doru, sum hevur sínar røtur úr Rumenia, hevur róð út í fleiri ár, og hann telist eisini millum teir útróðrarmenn, sum hvørt vár fiska við snellu eftir toski á Norðhavinum.
- Eg arbeiði við einari bók, og higartil eri eg komin umleið í helvt við at skriva. Bókin verður skrivað í triðja persóni, og hon byggir á mítt egna lív – ikki minst tíðina undir kommunismuni í Rumenia.
Doru sigur, at tað verður Sprotin, sum gevur bókina út, og hann hevur vónir um, at hon verður klár til prent einaferð tíðliga í heyst, um alt gongur væl.
- Eg skrivi á rumenskum. Síðan verður teksturin umsettur til føroyskt, og at enda verður tað Sprotin, sum fer ígjøgnum tekstin við góðum málsligum vegleiðingum og tillagingum.
Hann sigur, at bókin er hansara endurminningar savnaðar á ein øðrvísi hátt í einari skaldsøgu – ein sjálvfiktión, sum hann sjálvur tekur til.
- Eg søkti um starvsløn og fekk játtað tríggjar mánaðir, sum eg eri fegin um. Eftir mínum tykki er hetta í sær sjálvum ein viðurkenning. Eg vil gjarna skriva hesa bók, og tí snýr hetta seg ikki um pengar, sigur hann.
Lesið eina størri samrøðu við Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er í VikuskiftisSosialinum hesaferð.











