Egga Jensen 60 ár

Í dag, hósdagin 22. januar, verður Jógvan Jensen í Havn 60 ár. Hann hevur altíð verið nevndur Egga, og tað er navnið, sum hann er kendur undir. Ikki minst í ítróttarheiminum, har hann síðani á heilt ungum árum og framvegis hevur sett og setir spor eftir seg.

Egga er havnarmaður. Hann er sonur Ansgar Jensen, sum var ættaður úr Sumba, og sum í nógv ár var koyrilærari í høvuðsstaðnum, og Annu, fødd Rasmussen og ættað av Sandi.
Egga leyk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og tað næsta árið var hann á Danmarks Højskole for Legemsøvelser, har hann eisini var skúlaárið 1990?91.
Lívsstarvið sum lærari fór Egga undir í 1970. Fram til 1978 var hann lærari í Sankta Frans skúla, samstundis sum hann fimm tey fyrstu árini hevði tímar á Føroya Fólkaháskúla og eisini var koyrilærari. Hann hevði eisini tímar á Læraraskúlanum, har hann seinnapartin av sjeyti árunum varð settur í fast starv.
Í 1977?78 var Egga á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og síðani hevur hann luttikið í ymsum eftirútbúgvingarskeiðum.
Egga var í mong ár aktivur ítróttarmaður, og síðani hann gavst sum aktivur á hægsta støði, hevur hann verið virkin á so mongum øðrum økjum í ítróttinum. Hann kom á 1. lið hjá HB í 1960, og í næstan tvey ára tíggju var hann ? undantikið tá ið hann var burturstaddur ? á besta HB liðnum, har hann sum miðvallarspælari var við til at vinna eina røð av meistaraskapum og finalum í steypakappingini. Egga var fyrstu ferð á landsliðnum ímóti Íslandi B í 1964, og í alt spældi hann átta ferðir á fótbóltslandsliðnum. Hetta var frammanundan, at Føroyar í 1988 vunnu limaskap í altjóða fótbóltssamtakinum, FIFA. Dystirnir vóru ímóti Hetlandi, Orknoyum og Íslandi.
Egga var aktivur í fleiri øðrum ítróttargreinum í fremstu røð. Hann spældi hondbólt við Neistanum, flogbólt við NFL og HB, fimleik og í 1966 varð hann føroyameistari í einmansleiki í borðtennis.
1976?1981 var Egga venjari hjá unglingalandsliðum í fótbólti, og longu tíðliga í seksti árunum tók hann á seg at vera dómari bæði í hondbólti og fótbólti. Egga helt fram sum dómari í fótbólti, inntil hann fall fyri aldursmarkinum. Bæði fyri og eftir ta tíð hevur hann undirvíst nýggjum dómarum, hann hevur verið dómaraeygleiðari, og hann hevur nógvu tey seinastu árini verið instruktørur og staðið fyri dómarapróvdømingini.
Egga var í 1980 við til at seta Ítróttarsambandið fyri brekað á stovn. Hann hevur verið formaður har í mong ár.
Egga er giftur við Jónu Højgaard fødd Ellefsen úr Miðvági. Hon er dóttur Sofíu fødd Højgaard úr Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági. Jóna lærdi fyrst til sjúkrasystur og arbeiddi í fleiri ár á føðideildini. Síðani var hon í Danmark og lærdi til ljósmóður, og nú er hon ljósmóður á Landssjúkrahúsinum.
Jóna og Egga eiga tvey børn. Eyðfinn og Ann, sum bæði eru læraralærd.