Egilsson er nú útbúgvin

20 ára gamli Ragnar Egilsson fer í komandi viku at taka lut á Oyggjaleikum fyri fjórðu ferð. Men hóast sín unga aldur er hann ikki við fyri at læra – nú skal hann gera seg galdandi

Hann er nú 20 ára gamalur. Ragnar Egilsson. Havnardrongurin, sum við tíðini er vorðin ein av okkara fremstu borðtennisleikararum. Og dugnaligu evnini eru eyðsýnd. Í komandi viku fer hann at taka lut á Oyggjaleikum fyri fjórðu ferð, hóast sín unga aldur. Og hesaferð er hann álitið. Álitið í føroyska borðtennisheiminum, sum skal standa fyri besta føroyska avrikinum.


Ikki lærlingur longur

Føroyska borðtennislandsliðið, sum í komandi viku skal dystast við aðrar oyggjarbúgvar, er sera óróynt. Ættarliðsskifti hevur verið, og nú skulu ungu menninir av álvara royna seg. Kjartan Eli Hentze, sum hevur verið drúgvur, er givin, og royndi Thomas Rasmussen hevur valt aðrar leiðir. Miðalaldurin er tí um 18 ár, og Ragnar Egilsson verður tískil mettur sum ein av teimum royndu hesaferð. Og hann er fullgreiður yvir sína støðu.

- Eg eri ikki við fyri at læra longur. Undanfarin ár havi eg luttikið í royndini at menna meg. Men hesaferð skal eg gera meg galdandi. Og tað er sanniliga mín vón, at eg fari at standa meg væl. Eg havi vant sera miðvíst seinastu tíðina, og eg eri til reiðar, sigur Ragnar Egilsson.

Mótstøðan, sum føroyski borðtennishópurin skal royna at syfta í komandi viku, verður alt annað enn ein avgreiðsluspurningur. Ragnar Egilsson hevur sett nøsini upp móti einum heiðursmerki, men staðfestir samstundis, at tað verður sera torført.

- Vit eru í øllum førum ikki favorittar. Tað er fleiri nøvn, sum eg kenni aftur frá seinast, og millum annað spæla tveir í bestu svensku deildini. Tað skal ganga okkum sera væl, um vit skulu sita í flúgvaranum aftur til Føroya við heiðursmerkjum um hálsin. Tað er neyðugt, at vit sleppa undan óneyðugum mistøkum og spæla betri, enn vit upprunaliga eiga. Eg meti tó, at vit hava góðar møguleikar í double-kappingini. Men tað er treytað av lutakastinum og øðrum, slær Ragnar Egilsson fast.


Eru væl fyri

Óroyndu føroysku borðtennisleikararnir eru sera væl fyri, nú Oyggjaleikirnir eru á breddanum. Tey hava fyrireikað seg væl, og serliga hevur Ragnar Egilsson gjørt nógv burturúr.

- Sjálvsagt havi fyrireikingar verið eitt sindur øðrvísi enn til aðrar kappingar, tí Oyggjaleikirnir hava sera stóran týdning fyri føroyskar borðtennisleikarar. Eg meti, at hetta eru bestu fyrireikingarnar, eg havi verið við til. Norski landsliðsvenjarin og sonur hansara, sum er yrkisleikari, hava verið og lagt okkum lag á, og millum annað hava vit verið á venjingarlegu í Grønlandi. Vit hava vant óteljandi tímar um vikuna, so vit kunnu ikki seta fingurin á fyrireikingarnar, sigur Ragnar Egilsson.



FAKTA


Hesi eru við á borðtennisliðnum á Oyggjaleikum


Ragnar Egilsson

Rói Agnarsson

Fróði Jensen

Hallur Thorsteinsson

Sheila Strøm

Rakul Mikkjalsdóttir

Marin í Dali

Henriette Nielsen