Eginpeningurin um at hvørva í alivinnuni

Trupulleikarnir hjá føroysku alivinnuni eru so stórir og prísirni so lágir, at tær flestu alifyritøkurnar vilja onga eginpening eiga eftir, tá árið er runnið, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. Hann heldur, at fleiri av alarunum eiga at fáa ein møguleika afturat, men tað krevur eina munandi eginogn, og íleggjarar eru torførir at fáa eyga í løtuni

 


ALIVINNA

Føroyska alivinnan er í svárum trupulleikum.
Tað er nógv verri statt, enn tey flestu vita.
Í ár er prísurin á aldum laksi follin nógv. Prísurin er í løtuni um trettan
krónur fyri kilo. Tá framleiðslukostnaðurin er einar tjúgu krónur kilo, gevur hvør aldur laksur eitt fitt undirskot, og tá er kostnaðurin av ILA als ikki tikin við, soleiðis at samlaða tapið er munandi størri.
Og tað er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at hendan gongdin kann ikki halda fram.
   Vit hava vent okkum til forstjóran í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum fylgir væl við gongdini í alivinnuni, og tað er eisini Føroya Banki, sum saman við Føroya Sparikassa fíggjar ein stóra part av alivinnuni.
? Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var samlaði eginpeningurin í alivinnuni í øllum førum 400-500 milliónir krónur. Í dag er eginpeningurin valla meira enn hundrað milliónir, og eginpeningurin er heldur ikki beinleiðis javnt býttur millum fyritøkurnar, sigur Jørn Astrup Hansen.
Heldur gongdin fram sum er, so er orsøk at stúra um støðuna hjá alivinnuni.
- Siga vit, at tað næsta árið verða seld 35.000 tons av laksi í
Føroyum við núverandi prísum, so vil hetta merkja eitt tap upp á 250 milliónir krónur. Sjálvt um laksaprísurin veksur við fýra krónum til 17 kr/kg, so er eginpeningurin kortini burtur um eitt ár. Og hetta er væl at merkja sæð yvir alla vinnuna ? í fleiri fyritøkum er eginpeningurin longu burtur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tað er ikki bara í Føroyum, men kreppan í alivinnuni er
heimsumfatandi. Hon skyldast serliga, at útboðið av laksi er voksið alt ov nógv í mun til, hvat marknaðargrundarlag er fyri. Føroyar eiga um fýra prosent av samlaða heimsmarknaðinum av aldum atlantarhavslaksi, og tískil hava Føroyar lítla og onga ávirkan á prísstøðið.
   Nógvir alarar slakta nógvan laks í løtuni og væntandi eisini í nærmastuframtíð, og hetta gevur stórt útboð, men ikki samsvarandi stóran eftirspurning til lønandi prísir. Við tí nógva laksinum, sum er á veg á marknaðin, so kann roknast við, at verandi støða heldur áfram rúma tíð afturat.

Gullfepur
Miðskeiðis í nítiárunum varð ein roynd gjørd at seta ferð á alivinnuna í Føroyum.
? Alivinnan er í roynd og veru voksin úr ongum síðani
kreppuárini, tá byrjað varð av nýggjum. Gongdin hevur verið góð, og vinnan eigur nú 23% av føroyska útfluttninginum. Samstundis hava vit í Føroyum savnað nógva servitan, sum ikki eigur at fara fyri skeytið, sigur Jørn Astrup Hansen.
Í 2000 var skilið í føroysku alivinnuni framúr gott. Yvirskotini vóru methøg,og alt gekk upp á stás. Men síðani er vend komin í. Fyrst við ILA og nú við metlágum prísum. À henda hátt ber illa til at skapa eina lønandi vinnu.
   Jørn Astrup Hansen kallar gongdina í 2000 fyri ein gullfepur. Og honum vórðu øll rakt av ? eisini føroysku peningastovnarnir.
? Øll ? alararnir, fóðurveitarar og peningastovnarnir ? vórðu
raktir av gullfeprinum. Sjúkan kom til landið við nøkrum norskum
ævintýrarum, sum skaptu nógv rok og gjørdu nógv fortreð, áðrenn teir í fjør mistu ondina. Av norðmonnum lærdu vit eisini, hvussu tað bar til at kapitalisera og selja aliloyvi ? loyvi, sum tað sambært lógini hvørki ber til at selja ella seta í veð, sigur Jørn Astrup Hansen.
   Hann heldur, at ein av orsøkunum til, at føroyingar hava klárað seg - higartil ? eitt sindur betri enn norðmenn er, at føroysku peningastovnarnir bert í lítlan mun hava verið við til at fíggjaaliloyvini.


Bust-and-Boom

Alivinnan er ein typisk bust-and-boom vinnugrein, som Jørn Astrup Hansen kallar tað. Framleiðslan er annaðhvørt ov stór ella ov lítil í mun til eftirspurningin. Úrslitið er ógvuslig sveiggj í laksaprísunum. Alvinnan í Føroyum er at líkna við svínaalingina uttanlands, har prísirnir eisini broytast oftani.
Ein annar trupulleiki er, at sjálv framleiðslutíðin er drúgv. Tá tú setir eina framleiðslu av laksi ígongd, ganga millum tvey og trý ár til fiskurin verður slaktaður og seldur. Og tá laksurin er komin í alibrúkini, so kunnu alararnir ikki bert steðga á, tí prísurin er fallandi. Alarin kann ikki gera nógv annað enn at ala sum best og vóna, at prísurin verður góður, tá laksurin einaferð skal slaktast. Alavinnan hevur sostatt eina langa "bremsilongd".
   Fyri tveimum-trimum árum síðani gekk alt av besta slag, og nógv meira smolt varð sett út, soleiðis at útboðini í løtuni er alt ov stórt.
? Tá ið so prísurin er follin í botn, verður nógv minni av nýggjum smolti sett ut. Tað er júst hetta, vit síggja nú.
Um 2-3 ár verður sannlíkt aftur eitt boom við høgum laksaprísum, sigur Jørn Astrup Hansen.


Eginpeningur neyðugur
Sum nevnt er støðan hjá nógvum alifyritøkum heilt vánalig. Hyggja vit eftir roknskapartølunum, so sæst, at fleiri fyritøkur í fleiri ár hava verið illa píndar.  
   Fleiri av teimum størri alifyritøkunum eru tó enn hampuliga væl bjálvaðar. Og onkur fyritøkur hevur eisini fingið nýggjan eginpening. Men i tráð við omanfyri nevnda roknistykki útfrá verandi prísum og framleiðslu, so bíðar eitt risastórt tap, sum samlaði eginpeningurin ikki er førur fyri at bjarga.
? Tað, sum peningastovnarnir og onnur kunnu læra, er, at alivinna
krevur nógvan kapital, og tað skal nógvur eginpeningur til  - nógv meira eginpeningur. Hetta er tað mest týdningarmikla, um vit skulu halda lív í alivinnuni, sigur Jørn Astrup Hansen.

Ìleggjarar
Nú støðan hjá alivinnuni er trong í løtuni, so standa fólk ikki beinleiðis í bíðirøð við váðafúsum kapitali.
     ? Fyri fáum árum síðani vildu øll seta pening í alivinnuna,
men nú eru møguligir íleggjarar ikki til at fáa eyga á. Tað er eisini torført at síggja, hvør tað skuldi verið, sum hevur pening tøkan at seta í alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen.
Forstjórin heldur, at tað fyri onkran kundi verið ein skilagóð íløga at sett pening í, nú tá ið tað gongur illa, og síðani hava møguleikan at vinna nógv, tá prísirnar aftur fara at fóta sær.
   Jørn Astrup Hansen heldur tað vera stórt spell, um tann nógva vitanin í alivinnuni og stóru íløgurnar gleppa okkum av hondum.
   ? Tað hjálpir ikki nógv, um laksaprísurin er góður aftur um tvey ár, og øll virkini tá eru farin av knóranum.
So ella so kann tað lættliga hugsast, at politiski myndugleikin noyðist at vera við fyri at bjarga stórum pørtum av alivinnuni.
? Tá flakavirkini, sum vóru alt ov nógv í talið, komu í trupulleikar í sínari tíð, var bjargingin nýggjur eginpeningur, sum Framtaksgrunnurin kom við. Men væl at merkja eftir at ognararnir høvdu avskivað teirra tap. Ein líknandi loysn kann gerast neyðug, um vit skulu bjarga alivinnuni, sigur Jørn Astrup Hansen
   Ein annar møguleiki er at nýta pening úr eitt nú Íleggingargrunninum.
? Hvat nyttar tað, at Íleggingargrunnurin lænir pening til SEV
ella Føroya Tele? Tað vildi verið skilabetri, um grunnurin kom við váðafúsum kapitali til alivinnuna eftir marknaðartreytum,
Sigur Jørn Astrup Hansen.
     Líkamikið hvør loysn verður vald, so heldur forstjórin í Føroya Banka tað
vera av alstórum týdningi, at tað greitt verður tilskilað, hvussu ein møguligur almennur "luttakari" kemur burturúr alivinnuni aftur, soleiðis at trupulleikarnir við Fiskavirking í løtuni ikki koma aftur á dagsskránna.

Í tílíkum førum, har fyritøkurnar missa pening og fara av knóranum, eru tað
fyrst partaeigararnir, sum missa; síðani ognarar uttan veðhald, t.e. útvegarar og onnur. Kunnu hesir ikki megna tapið, so endar svartiper hjá veðhaldarunum ? vanliga peningastovnunum.
   Tískil er ógvuliga sannlíkt, at peningastovnarnir fara at eiga fleiri alibrúk innan leingi.
       Men tað hevur ongan áhuga hjá Føroya Banka at reka alivirksemi.
   Sum støðan er nú, so mugu peningastovnarnir yvirtaka alifyritøkurnar uttan
aliloyvi.
? Tað er púra óhoyrt, at vit skulu yvirtaka virki uttan loyvi. Uttan aliloyvi kunnu vit einki gera við alibrúkini, ið vit sum veðheldarar eru noyddir at yvirtaka. Tað tekur jú fullkomiliga hugin frá okkum at fíggja alivinnuna,  sigur Jørn Astrup Hansen.

ILA
Trupulleikarnir við laksaprísunum kunnu føroyskir alarar sum so ikki gera so nógv við, tí Føroyar eru ein somikið lítil partur av samlaða heimsmarknaðinum.
   Jørn Astrup Hansen heldur, at veðhald í aliloyvunum bert er ein partur
av fortreytunum fyri at alivinnan kemur á føtur aftur. Týdningarmikið er
sjálvandi, at prísurin hækkar munandi. Men í Føroyum hava vit kortini eitt
afturat at berjast, og tað er sjálvandi ILA.
   ?Tað tykist ikki sum um, at man hevur fingið greiðu, hvussu sjúkan kann fyribyrgjast. Alararnir skyldast mest upp á landsmyndugleikarnar, men eg eri
ikki so vísur í, at alararnir ikki eiga at gera meira við tað sjálvir. Í øllum førum tykist tað sum um, at tann alneyðuga loysnin ikki er at finna, og hetta er neyðugt. Føroyska alivinnan hevur illa ráð til eisini at berjast við ILA, sigur Jørn Astrup Hansen.

   

Einki at frætta

Eitt, sum undrar Jørn Astrup Hansen, og kanska eisini onnur, er, at lítið og
einki hevur verið at hoyrt um kreppuna í alivinnuni. Nógv hevur verið tosað
um rækjuskipini, sum sigla í tungari aldu, men trupulleikarnir í alivinnuni
eru ikki serliga vanligt prát millum manna, men heldur ikki millum
politikarar. Og tað er tað, sum undrar mest, heldur Jørn Astrup.
   ? Umframt at hugsa meira um spurningin viðvíkjandi ILA, so mugu føroysku
politikararnir vakna, tí støðan er álvarslig. So ella so er tað ynskiligtat bjarga í øllum førum ein part av alivinnuni og vitanini, sum kann fara fyri skeytið. Tískil mugu politikararnir vera greiðir yvir støðuna, sigur Jørn Astrup Hansen.



Trupult fyri samfelagið
Tá ein vinnugrein, sum eigur ein lítlan fjórðing av landsins útfluttningi,
er í so stórum trupulleikum, so er lætt at gita sær til, at hetta fer at
merkjast í samfelagsbúskapinum. Kunnu vit rokna við stórari búskaparligari
afturgongd?
   ? Tað er klárt, at tá ein vinna, sum eigur so stóran part av búskapinum,
kemur í so stóra trupulleikar, so fer hetta at merkjast. Í løtuni merkir
hvørki lønmóttakarin ella landskassin tað stóra. Fyribils er arbeiðsplássini í alivinnuni óbroytt, men tað er á einum svikafullum grundarlagi. det er rigtignok på et svigefuldt grundlag. Men við niðurgangdini hjá alivinnuni og við trupulleikunum í
fiskivinnuni í huganum, so kunnu vit rokna við einari munandi afturgongd í føroyska búskapinum, sigur Jørn Astrup Hansen.
 
--
Mynd?alibrúk?: Eginpeningurin í alivinnuni er um at hvørja. Heldur verandi gongd fram, so stendur heilt illa til, áðrenn árið er runnið, metir Jørn Astrup Hansen. 
 
Mynd ?Astrup?:   ? Fyri fáum árum síðani vildu øll seta pening í alivinnuna,
men nú eru møguligir íleggjarar ikki til at fáa eyga á. Tað er eisini torført at síggja, hvør tað skuldi verið, sum hevur pening tøkan at seta í alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen.
 
FAKTA
 
Laksaframleiðslan í Føroyum í 2002 var 36.863 tons. Hetta eru eini fýra
prosent av heimsframleiðsluni av aldum atlantarhavslaksi. 8.362 tons av
sílum vórðu eisini kruvd og seld í 2002.
Útfluttningsvirðið av alifiski í 2002 var 943 mió. Hetta eru 23% av samlaða føroyska útfluttningsvirðinum í 2002.
Árið í fjør varð nógv merkt av søguliga lágum prísum.
Lágu prísirnir skyldast, at útboðið av laksi er nógv voksið seinnu árini.
Eitt nú Kili er farið undir eina stóra framleiðslu av alilaksi. Norra er heimsins størsti útflytari av aldum atlantarhavslaksi. Flest øll kenna støðuna í Norra, har fleiri av stóru alifyritøkunum eru farnar av knóranum.
Afturat lágu prísunum, sum liggja væl undir framleiðslukostnaðin, eru stórir trupulleikar við ILA í Føroyum.
Stóru alifyritøkurnar í Føroyum eru rímiliga væl bjálvaðar við eginpeningi, men í fleiri førum er støðan einki serlig, og lítið av eginpeningi.
Roknað verður við, at lágu prísirnir fara at halda fram í øllum førum eitt ár afturat. Hetta verður sagt við tí sum grundgeving, at tað kann væntast at ein rúgva av laksi verður slaktað og selt, og harvið verður útboðið framvegis størri enn marknaðurin fær svølgt fyri nøktandi prís.