Egyptiska tingið sent til hús

Hernaðarliga ráðið, sum hevur valdið í Egyptalandi nú, hevur sent tjóðartingið til hús. Í einari kunngerð frá hernaðarráðnum í dag varð sagt, at ráðið hevur lagt eina ætlan fyri tað næsta hálvárið, og í hesum tíðarskeiðinum skal ein nýggj stjórnarskipan orðast. Tá hon er liðug, verður demokratiskt tjóðartingsval, sigur ráðið.

Ein nevnd er sett at endurskoða stýrisskipanina, og tilmælið frá nevndini verður lagt fyri fólkið á fólkaatkvøðu, stóð í kunngerðini frá hernaðarráðnum, sum varð lisin upp í tí almenna sjónvarpinum.