Nýggi barnagarðurin skal hava navn og skúlin í bygdini skal hava sítt búmerki. Tað hevur bygdaráðið samtykt. Barnagarðurin verður liðugur móti sumri í ár, og verða virðislønirnar ávikavist 3000, 2000 og 1000 krónur stórar.
Virðislønirnar fyri búmerkið til skúlan er ávikavist 7000, 3500 og 1500 kr.
Ein trímannanevnd skal taka støðu til bæði uppskotini.