Eidesgaard ósamdur við sær sjálvum

Jóannes Eidesgaard er ikki samdur við síni egnu avgerð, men føldi seg kroystan at halda á fram við tollfríari sigarettsølu, tí hann ikki vil skapa órógv í samgonguni

Í gjár kom fram, at fíggjarmálaráharrin, Jóannes Eidesgaard, tók ætlanirnar um at seta toll á tollfría innflutningin av sigarettum aftur.

Grundgevingarnar hjá honum, eru, at hann metir hetta vera vísastu politisku avgerðina, hóast hann sjálvur ikki er samdur við avgerðini.

- Tað eru nógv fólk í samgonguni, ið eru ímóti hesi kunngerð, og fyri at lata vera við at skapa órógv í samgonguni, avgjørdi eg at taka uppskotið aftur, sigur fíggjarmálaráðharrin. Sum er skjótur at leggja afturat, at hetta málið ikki kundi skapt eitt samgonguslit, um hann nú avgjørdi at taka halda fast við sítt.


Fíggjarligt inntriv

Jóannes Eidesgaard greiðir samstundis frá, at ætlanin við hesi kunngerð einans var tikin við fíggjarligum fyrilitum, og at tað kundi givið eina meir inntøku til landskassan á 18 milliónir krónur. Hann fer í dag at boða fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá, at hesar inntøkur ikki skulu roknast við. Men hann er eisini á onkran hátt, harmur um avgerðina, tí fíggjarlógin gevur longu hall.

- Eg haldi, at tá vit hava ein fíggjarlóg, sum gevur so nógv hall, so skulu vit tjena so nógv sum gjørligt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at tað verður neyðugt at gera nøkur inntriv í framtíðini, ið útvega landskassanum fleiri inntøkur. Hann metir eisini, at hetta inntriv hevði javnsett borgararnar meira, tí tað ikki eru øll, ið hava møguleika at innflyta tollfríar sigarettir.


Skilagóð avgerð

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogið, hevur sagt, at avgerðin hjá Jóannesi Eidesgaard var tann rætta, tí tað hevði ikki verið gott fyri Føroyar sum ferðamannaland, at lagt toll á sigarettirnar.