Eiga at endurbyggja World Trade Center

Tvíburðartornini í New York, sum rapaðu tann 11. september í 2001, eiga at verða bygd uppaftur, heldur kendi byggiharrin og sjónvarpsmaðurin Donald Trump

Líka síðani atsóknina at World Trade Center hava myndugleikarnir í New York kjakast um, hvat skal gerast við staðið, sum tey bæði tornini stóðu á. Herfyri varð so avgjørt at byggja ein bygning, sum skal fáa heitið Freedom Tower ella Frælsistornið á staðnum.
Men øll eru ikki so fegin um ta ætlanina, og ein teirra er tann kendi byggiharrin og sjónvarpsmaðurin Donald Trump. Á einum tíðindafundi fyrradagin almannakunngjørdi hann sítt egna uppskot, sum er at byggja tvey torn av sama slagi sum tey bæði tvíburðartornini. Annað teirra verður eftir ætlanini 566 metrar høgt og sostatt heimsins hægsti bygningur.
Blaðið Wall Street Journal mælti herfyri býarmyndugleikunum í New York til at lata Donald Trump koma við einum uppskoti um, hvat skal gerast við Grund Zero, har World Trade Center stóð. Blaðið vildi vera við, at býarmyndugleikarnir hava svikið í ólukkumát í hesum máli. Tað heldur Donald Trump eisini, og hann heldur uppskotið um eitt Freedom Tower vera heilt burturvið.
? Vit eiga at byggja eitt størri, sterkari og vakrari Worlæd Trade Center. Tað er tað, fólk vilja hava, sigur hann.