Eiga at fáa kongafisk fyri svartkjaftin

Føroyingar eiga at krevja rættindi at fiska kongafisk í íslendskum sjógvi í Irmingerhavinum.

Føroysku trolararnir, sum fiska kongafisk í Irmingerhavinum, kunnu bara fiska í altjóða sjógvi uttan fyri íslendska markið. Men teir áttu at sloppið inn í íslendskan sjógv.

 

 

Tað heldur í hvussu er stjórin í partafelagnum Thor, Hans Andrias Joensen. Hann vísir á, at íslendingar fiska at kalla allan svartkjaftin í føroyskum sjógvi, og so er tað ikki annað enn rímiligt, at føroysk skip sleppa at fiska kongafiskin í íslendskum sjógvi, heldur hann.

 

 

-Í báðum førum tosa vit um ferðandi fiskastovn, og eg haldi, at tað er ein sjálvsagdur rættur, at vit sleppa at fiska kongafisk í íslendskum sjógvi, tá teir fiska allan svartkjaftin inni hjá okkum, sigur Hans Andrias Joensen. Hann heldur lítið um Hoyvíkssáttmálan um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland.

 

 

-Tað virkar fyri mær, sum at sáttmálin er sum eitt lensiportur. Hann er bara til fyrimun fyri íslendingar, sigur Thor-stjórin, sum vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at taka málið um kongafiskin upp í næstu samráðingunum við Ísland um fiskirættindi.

 

 

Føroyska kongafiskakvotan í Irmingerhavinum er 1.346 tons í ár. Hon varð upprunaliga býtt millum trolararnar Akraberg, Enniberg, Gadus og Ran. Av teimum er tað bara Ran, sum hevur fiskað sína kvotu.

 

Smáir stovnar

Tað eru tveir stovnar av kongafiski Irmingerhavinum. Annar heldur til á minni enn 500 metyra dýpi og hin á størri dýpi enn 500 metrar. Talan er um ferðandi stovnar, men fiskifrøðin veit ikki rættiliga, hvussu teir ferðast. 

 

Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sigur, at tað eru ongar veruligar stovnsmetingar gjørdar av teimum báðum stovnunum, men yvirlitskanningar vísa, at tann grunni er sera lítil, og til mælt verður, at eingin veiða skal vera fyribils. Tann djúpi er eftir somu kanningum minkaður nógv seinastu árini. 

 

Tað nýggjasta tilmælið er, at veiðan skal minkast munandi í 2015, og viðmerkt verður, at veiðan má undir ongum umstøðum fara upp um 10.000 tons.