Í ársfrágreiðingini fyri 1998 hjá Føroya Ídnaðarfelag verður stutt trivið í gongdina hjá ymsu vinnubólkunum.
Lagt verður fyri við búskaparligu gongdini sum heild. Niðurstøðan er, at øll tekin benda á ein vøkstur, ið tó er tengdur at eini høvuðsvinnu, ið búskaparliga er sera skiftandi.
Innan pelagisku vinnuna verður ein vøkstur staðfestur, tó at felagið vísir á ynskiligar broytingar. T.d. metir Ídnaðarfelagið tað vera spell, at møguleikarnir innan pelagisku vinnuna eru skerdir, nú ídnaðarveiða undir Føroyum er bannað. Eisini verður víst á, at høvuðsmarknaðurin fyri pilkaðar rækjur er í ES og broytti sáttmálin við ES gav ongan bata.
Undir yvirskriftini ?Annar framleiðsluídnaður? verður sagt, at vinnan hevur verið noydd at lagað seg til broyttu marknaðarviðurskiftini, sum sáttmálin við ES ber við sær. Virkini máttu effektivisera ella snara lykilin um. Tí er vinnan í dag kappingarfør mótvegis útlendskum veitarum.
Eins og seinni í frágreiðingini, so verður eisini her komið inn á ætlanir um útflutningsráð. Menningarstovan hevur roynt at nøkta henda tørv, men Ídnaðarfelagið sigur seg vóna, at tá Føroya Løgting nú hevur sett pening av til stovnsetan av útflutningsráð, so gevur hetta vónandi eina breiðari útflutningsvinnu.
Vøkstur
Ein lítil vøkstur er at hóma í lønarútgjaldingum hjá skipasmiðjum og øðrum verkstaðarídnaði. Men Ídnaðarfelagið staðfestir, at eingin nýbygningur stendur í gerð, og eingir sáttmálar um nýbygningar eru gjørdir.
Felagið sigur seg ikki ivast í, at varð m.a. raðfest øðrvísi og krøvini til skipið løgd føst, so bar væl til at byggja nýggja vaktarskipið, ið føroyingar skulu hava, her heima í Føroyum. Eisini til kappingarføran prís.
Eisini innan byggivinnuna er vøkstur. Ein niðurstøða hjá Ídnaðarfelagnum er tó, at MVG-skipanin ikki virkar nóg væl.
Vaksandi privati eftirspurningurin hevur havt positiva ávirkan á matvøru-, mjólka- og bryggjaríídnaðin. Ídnaðarfelagið arbeiðir við at fáa javnabjóðis treytir, so at føroyskar fyritøkur kunnu útflyta til Íslands undir somu treytum, sum íslendskar fyritøkur flyta til føroyar.
Við eitt vegamót
Føroyskar teldufyritøkur hava skipað seg sum undirbólk í Ídnaðarfelagnum. Eftir ynski frá vinnuni er teldustøðinga útbúgving skipað, ið gevur møguleika fyri prógvi á ?bachelor? stigi.
Viðvíkjandi oljuvinnuni verður sagt, at bíðað hevur verið eftir einari føroyskari útbjóðingarrundu. Seinkingin verður ikki mett at vera týdningarmikil, tí oljuprísirnir hava verið met lágir.
Mett verður, at vit her eru við eitt vegamót, har møguleiki er fyri, at eitt virkisfúst og fjøltáttað vinnulív verður alt fram. Men vit eiga sum pinkusamfelag eisini at gera okkum greitt, hvørjar vinnur vit fara at dúa uppá framyvir. Mett verður, at stutt er til eina støðu, har eingin skikkað arbeiðsmegi er eftir - jús nú er nærum arbeiði til allar hendur. Uttan nakra olju.
Útflutningsráð
Undir yvirskriftini ?Einstøk mál? verða ymisk mál og viðurskifti, vinnuni viðvíkjandi, viðgjørd.
Eitt av hesum er spurningurin um eitt útflutningsráð. Í samgonguskjalinum er ásett, at eitt slíkt skal setast á stovn. Løgtingið hevur játtað pening og Vinnumálastýrið hevur sett arbeiðsbólk at kanna, hvussu hetta verður gjørt og hvørjar uppgávur eitt slíkt ráð skal hava. Ídnaðarfelagið hevur lim í bólkinum.
Felagið hevur saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt eina tørvgreining, ið lýsir sjónarmiðini hjá vinnuni. Sjónarmiðini eru, at eitt útflutningsráð eigur at skipast. Hetta skal skipast sum sjálvsognarstovnur ella partafelag, leyst av almennu umsitingini. Vinnuumboð skulu mynda nevndina. Tað almenna skal fíggja føstu útreiðslurnar av ráðnum, meðan vinnan er við til at fíggja tiltøk og tænastur.
Ráðið skal samskipa og standa fyri einari munadyggari marknaðarføring av føroyskum fiskavørum, ídnaði og tænastum. Eisini skal dentur leggjast á at fáa til vega marknaðarvitan og at kveikja áhuga fyri øktum útflutningi, verður m.a. sagt í ársfrágreiðing Ídnaðarfelagsins.