Alt ov ofta er ov lítið samsvar ímillum vallyfti og politiskar stevnuskráir øðrumegin og so tann ítøkiliga politikkin hinumegin. Tað helt Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, tá ið hann helt formansfrágreiðing sína á landsfundi í Trongisvági í morgun.
Hann staðfesti, at tá ið samgonguskjalið er skrivað, víkir tað ofta nógv frá lovaða politikkinum.
- Hetta vil so aftur føra við sær, at veljaran kennir seg sviknan, tí hann valdi eina politiska vøru, sum tá tað avtornaði, ikki stóð mát. Einastu flokkar, sum kunnu fult liva upp til politiska lyftini, eru teir flokkar, sum enda í andstøðu.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tí er spurningin, um tíðin ikki er komin í Føroyum, at vit fara yvir til ein blokkpolitikk.
- Ein politikk, har flokkar, sum frammanundan hava valt at ganga saman í samstarv, melda út, hvør samlaði politikkurin verður.
- Men ein blokkpolitikkur krevur ein meiriluta, sum hevur nakað at samstarva um av yvirskipaðum slag. Flokkar, sum hava møguleika fyri at verða samdir um tær stóru linjurnar.
- Trupulleikin í dag er harumframt tann, at vit í tinginum hava blokerandi minnilutar, sum forða nógvum grundleggjandi málum, hóast ein breiður meiriluti kann vera fyri einari loysn. Um hetta hava vit nógv dømi eitt nú ein annarleiðis fiskivinnupolitikk, broytingar á fólkaskúlaøkinum og ikki minst tey sokallaðu etisku málini.