Jan Müller
Nú lunnar verða lagdir undir fyrstu oljuleiting við Føroyar nakrantíð í søguni, og at tað í kjalarvørrinum á hesi so smátt verður lagt støði undir eini komandi føroyskari oljuvinnu hevur Sosialurin hitt ein hálvføroying, sum má sigast at hava bæði bein í oljuverðini, tó annað teirra í tí útlendska partinum og hitt í tí føroyska partinum. Maðurin vit tosa um er Graham Stewart og hevur hann verið at sæð øll 90-ini, har tiltøk av onkrum slag hava verið við tilknýti til eina komandi føroyska oljuvinnu.
Í dag verður navn hansara serstakliga knýtt at føroyska oljufelagnum Føroya Kolvetni, har hann í dag er nevndarformaður.
Eins og hitt føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni, ætlar Føroya Kolvetni sær eisini at vera við í komandi oljuleiting við Føroyar. Meðan vit hava hoyrt rættiliga nógv til Atlants Kolvetni, sum millum føroyingar er vorðið eitt slag av fólksins oljufelag við meira enn 2000 partaeigarum og meira enn 46 mill. kr. í partapeningi, hava vit ikki hoyrt so nógv til hitt felagið. Tað hevur valt at halda ein lágan profil her í byrjanini, men arbeiðir tó miðvíst fyri at kunna vera við í fyrstu útbjóðing.
Felagið hevur samstarvsavtalu við bretska oljufelagið Dana og hevur eisini tikið stig til at hjálpa eysturoyingum at samskipa eina framtíðar oljuútgerðarhavn í Runavík.
Fíggjarstjóri í Dana
Graham Stewart býr í Onglandi. Hann hevur drúgvar royndir í oljuídnaðinum í Skotlandi, og í dag er hann fíggjarstjóri í bretska oljufelagnum Dana Petroleum, sum hevur eitt marknaðarvirði uppá 250 mill. dollarar. Graham Stewart hevur verið í nevndini í Føroya Kolvetni síðani felagið varð stovnað. Hinir nevndarlimirnir eru Meinhard Jacobsen, Nils Sørensen og Olaf Olsen.
Í dag hevur Føroya Kolvetni 3 mill. kr. í partapeningi. Dana Petroleum, sum Føroya Kolvetni hevur avtalu við, byrjaði úr ongum, til í dag at vera eitt rættiliga vælvirkandi og vælfunderað oljufelag. Tað arbeiðir kring alla verðina, mest við at leita eftir olju (við at bora) men eisini við at framleiða olju og gass. Tá vit spyrja Graham Stewart, nær teir ætla at tekna nýggjan partapening í felagið, sigur hann, at tað helst verður tíðliga í komandi ári. Hann heldur tað tó ikki vera rætt av føroyingum at váða alt ov nógvar milliónir í føroysk oljufeløg, og nettup tí hava teir eisini valt at hava útlendskar íleggjarar við.
-Eg haldi man eigur at vera rættiliga varin, hvussu man brúkar føroyskar pengar í hesum spælinum. Eitt er at gera íløgur í eina tænastuvinnu, men nakað annað er at gera íløgur í at bora eitt hol, sum lættliga kann koma uppá 200 mill kr. Vit kenna søguna um tað eina holið, sum Conoco boraði í New Zealandi fyri meira enn 200 mill. kr. Eitt new zealendskt felag vildi vera við og kundi keypa sær 5% av lisensinum, men mátti betala 10% fyri at fáa tann partin. Hetta kostaði teimum meira enn 30 mill. kr. Tey flestu, sum settu pengar í, vórðu lokalir bóndur. Og teir mistu allar pengarnar.
Graham Stewart heldur tað tí ikki vera skilagott at brúka ov nógv av tí føroyska kapitalinum til komandi boring. Brúkast má ikki meira enn neyðugt. Tú kanst bora eitt hol, sjey ella uppaftur fleiri, uttan at finna nakað. Eigur tú 5 ella 10% í hesum, so er greitt, at hetta kann gerast ein pínlig støða.
-Trupulleikin er tann, at tað er avmarkað, hvussu nógvir brunnar kunnu borast við føroyskum pengum. Vit halda tað vera skilabetri at býta váðan. Hetta sigi eg sum ein royndur oljumaður, ið hevur verið í vinnuni í umleið 15 ár. Hetta er ?risikobusiness?, og tí mást tú fordeila váðan. Heldur hava ein møguleika í 10 holum og har hava 10% tjans, enn 100% tjans í einum holi. Graham Stewart heldur tað er sera avmarkað, hvussu nógv hol man kann vera við í.
-Vit kenna til hetta í Dana. Tað snýr seg um at økja um virðið av tí, sum man eigur í, áðrenn man tekur aðrar pengar við í spælið. Tvs. at tú hevur møguleika sum føroyskur investorur at eiga í onkrum, sum kann økjast í virði.
Dana hevur brúkt 800 mill. kr. til boring o.a. seinastu trý árini. Eru slíkir pengar til í Føroyum spyr Graham!
Rættað modellið
Tað er eingin loyna, at Graham Stewart heldur, at skipanin við Føroya Kolvetni er tað rætta modellið. Teir fara bert at brúka so mikið av føroyskum pengum, sum neyðugt er. Teir vilja tó vera so mikið kommerciellir, at teir duga at fordeila váðan og fáa íleggjarnar í útlandinum at vera við.
Graham Stewart heldur, at føroyingar sum heild eiga at vera varnir, tá talan er um at gera íløgur í oljuvinnuna. Hann vil tó ikki fara so langt sum at mæla frá at seta pengar í oljupartabrøv. -Eg vóni tað riggar hjá Atlants Kolvetni, men hatta er ein risikostrategi. Eg hopi tó, at tað riggar hjá teimum.
Við hesum sipar hann til, at tað er rætt eisini at hava váðafúsan útlendskan kapital í einum slíkum felag, tí so fært tú verið meira fjølbroyttur og við í meira enn tí eina projektinum.
-Av tí at útlendingar vilja seta pengar í, so hava føroyingar, sum gera íløgur, møguleika at sleppa burtur úr aftur. Hann kann tá selja síni partabrøv til eitt hægri virði. Og tað meina vit er týdningarmikið.
Tað er ikki av tjóðskaparorsøkum, at tú biðjur fólk seta pengar í nakað, men tað er av fíggjarligum orsøkum. Tú mást gera tær greitt, um tú ætlar at vera íleggjari fyri at tjena pengar ella tí tú er føroyingur.
Føroya Kolvetni er eitt føroyskt felag, sjálvt um tað eisini hevur útlendskar pengar. Kortini er javnvágin við at broytast sigur nevndarformaðurin. -Føroya Kolvetni koyrir nevniliga eftir tí vanliga oljufelagsmodellinum og ikki eftir nøkrum tjóðskaparligum modelli. Tað er eitt kommercielt felag, sum ætlar sær at vinna pengar. Tað kann tjena pengar í Føroyum, hvat eg vóni, men tað kann eisini vinna pengar uttanlands.
Graham Stewart vísir á, at tað er avmarkað, hvussu mong hol verða borað í Føroyum, kanska 5-7 ella 10 ella meira. Kanst tú vera við í øðrum londum eisini eitt nú Bretlandi og Írlandi, so er størri møguleiki. Tá spjaðir tú váðan. Tað er størri tjansur at vinna í lottaríinum, um tú er við fleiri staðni.
Hann sigur, at teir sjálvandi royna at fáa føroyingar at eiga størsta partin í felagnum, men tað verður so koyrt eftir handilsligum modelli.
Partapeningurin er enn 2,7 mill. Nógvir føroyingar eiga partapening, bæði beinleiðis og eisini gjøgnum íløgufelagið Faroe Petroleum Investment, sum er eitt íløgufelag skrásett á Guernsey. Hetta er gjørt soleiðis frá byrjan av fyri at kunna gera tað lættari at fáa íleggjarar úr útlandinum, tá brúk er fyri teimum. Tað er ikki av tilvild, at tað verður gjørt á henda hátt. Her er talan um eitt modell, sum er brúkt fyrr og hevur virkað væl.
-Eg haldi sjálvur, at tað er meira skilagott at brúka nakað, sum hevur virkað væl enn at byrja uppá nakað nýtt við hægri váða. Vit halda okkara modell vera tað rætta.
Graham Stewart heldur, at tað kann ikki verða sagt ov oftani, at vit eiga at vera varin. -Fólk hugsa sær, at oljuvinnan er nakað, sum kann geva nógv av sær. Tað kann hon, men hon kann eisini geva einki ella bara geva undirskot. Eg havi verið í oljuvinnuni leingi og havi eisini havt nógv við Føroyar at gera. Eg havi sæð hetta felagið sum ein møguleika hjá føroyingum og útlendingum at fáa nakað burtur úr eini føroyskari oljuvinnu. Tað skuldi givið føroyingum betri møguleikar enn at skula gera íløgur í eitt nú BP ella Mobil. Eg geri hetta ikki tí eg eri filantropur. Sjálvandi vóni eg sum aðrir íleggjarar, at hetta verður til nakað.
Bretska oljufelagið Dana, har Graham er fíggjarstjóri, hjálpir Føroya Kolvetni við at koma í gongd. Gjørd er ein fimm ára samstarvsavtala, har Dana hjálpir bæði tekniskt og kommercielt. Føroya Kolvetni hevur sum er ongar royndir ella fígging til at keypa beinleiðis vitan innan oljuvinnu, sum skal til fyri at koma víðari. Sum gjald skal Dana hava møguleika at keypa 10% í Føroya Kolvetni til kurs pari. Dana hevur mett hetta sum eina skilagóða avtalu, sum ikki kostar so nógv men sum gevur felagnum møguleika at vera við í Føroyum.
Tað vildi kostað nógv, um Føroya Kolvetni skuldi gjørt hetta sjálvt, tá hugsað verður um, hvussu dýrt tað er at skjóta seismikk og bora. Tað er sum heild ógvuliga stórur váði hjá smáum oljufeløgum at vera við her.
Teitur Poulsen, stjóri í Føroya Kolvetni og Graham Stewart, nevndarformaður her saman við Jákup Lamhauge, býráðsformanni í Runavík á oljumessuni í Aberdeen fyrr í heyst, har teir royndu at marknaðarføra Runavík sum oljuútgerðarhavn.