Tað hevur verið stórt mannfall í HB í ár, og undan hesum umfarinum er heldur einki undantak. So hvørt sum leikarar eru blivnir klárir aftur, hava nýggir skaðar stungið seg upp.
Bárður Johannesen fekk ein knæskaða ímóti B36, og hann var ikki við í Klaksvík. Enn er ikki greitt, um meniskurin er farin, og um málverjin skal leggjast undir skurð í knænum. Hann verður í øllum førum ikki tøkur í kvøld.
Andrew av Fløtum var heldur ikki við í Klaksvík vegna ein knæskaða, og hann verður heldur ikki við í Vágunum. Kári Nielsen breyt beinið fyri nøkrum vikum síðani, og sleppur væntandi ikki at spæla fyrr enn eftir ólavsøku.
Venjarin Frank Skytte upplýsir, at hann í havt millum tveir og fimm leikarar sitandi uttanfyri við skaða til hvønn dyst í ár. Hann leggur hinvegin dent á, at lítil nytta er í at hugsa um teir skaddu leikararnar.
Hinvegin spældi Jan Dam sín fyrsta dyst í 2-1 sigrinum í Klaksvík. Hann er sera virðismikil spælari, tá liðið er undir trýsti, og hann byrjar væntandi inni ímóti FS Vágum.
Miðvallarin Nicu Dogaru er eisini á veg innaftur í hitan eftir skaða, men hann verður neyvan við frá byrjan í Vágunum. Bergleif Sólsker er heldur ikki tøkur, tí hann er farin aftur til B71.
Tvey leikbann
Teir báðir donsku leikararnir hava báðir leikbann í kvøld. Miðvallarin Martin Christensen hevur savnað sær trý gul kort, og framherjin Carsten From fekk beinleiðis reytt kort ímóti KÍ. Stórur saknur verður óivað í teimum báðum, og Frank Skytte skal nú finna nýggjar leikarar at seta inn.
Ein møguleiki er at seta Jan Dam inn í miðverjuna, og síðani flyta Símun Eliasen fram á tann defensiva miðvøllin, har hann áður hevur spælt.
HB-leikararnir fáa onga summarfrítíð í ár. Næsta mikudag skulu teir í eldin ímóti litaviska liðnum FBK Kaunas, og eina viku seinni skulu teir spæla á útivølli.
FS Vágar væl fyri
Heimaliðið FS Vágar er hinvegin væl fyri. Einki leikbann er, og tann einasti leikarin, sum er ivasamur, er Ari Thomassen. Verjuleikarin fór út við skaða ímóti NSÍ, og tí er óvist, um hann verður við í kvøld.
FS Vágar hevur enn ikki vunnið nakran dyst á heimavølli, og hevur bert fingið eitt stig, tá spælt hevur verið í Vágunum. Tað var ímóti EB/Streymi. Liðið er eisini í einum aldudali beint nú, og hevur einki stig fingið í trimum teimum seinastu dystunum.
Sigrarnir hjá FS Vágum eru heldur óvæntað fingnir til høldar á útivølli ímóti VB og B68. Fyrri dysturin millum HB og FS Vágar endaði við 3-1 sigri til havnarfelagið.
Fleiri leikarar hjá FS Vágum hava áður spælt við HB, og eitt nú Jóhannis Joensen hevur vunnið tvey meistaraheiti við havnarliðnum. Jens Erik Rasmussen, Ari Thomassen og Jógvan Hendrik Samuelsen hava allir roynt seg í HB í styttri ella longri tíðarskeið.