Eiga ikki at krógva myndirnar

Føroysku miðlarnir eru á einum máli: So leingi vit drepa grind, kunnu vit eisini vísa myndir av drápinum.

Í Vikuskiftissosialinum verður spurnartekin sett við, hvørt miðlarnir eiga at vísa myndir av grindadrápum ella ei. Í gjár legði ein grind beinini í Tjørnuvík, meðan leita var eftir grind bæði í Skálafirði og í Hestfirði.

Kringvarp Føroya, Miðlahúsið, Portalurin og Norðlýsið hava øll somul tann setning, at myndir eru ein nátúrligur partur av tíðindaflutninginum og tí eisini av tíðindum um grindaboð og -dráp.

- Vit hava einki at krógva. Grindadrápið er ein partur av okkara siðvenju og eg haldi, at tað er í fínasta lagi, at vit vísa myndir av tí, sigur Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum, er samdur.

- Kunnu vit drepa grind, kunnu vit eisini skriva um tað og taka myndir av tí. Vit skriva um tað, sum hendir í samfelagnum og enn í dag eru grindaboð ein stórhending, sigur hann.

 

Hann skilir eisini lítið av áheitanunum frá fólkum, millum annað politikarum, sum heita á miðlarnar um ikki at leggja myndir av drápinum út.

- Hví skulu vit ikki vísa myndir av einum grindadrápi í Sandagerði, sum 2.000 fólk standa og hyggja at og taka sínar egnu myndir, hvør í sínum lagi? Vit mugu kunna vísa tað, sum hendir í Føroyum. Um myndirnar ikki kunnu vísast fyri øllum heiminum, so eiga vit at gevast at drepa grind, heldur Eirikur Lindenskov.

             

Olivur Joensen vísir á, at um ikki føroyskir miðlar tóku myndir av drápinum, so hevði úrslitið verið, at útlendskir miðlar komu hendanvegin og so vóru tað teir, sum stýrdu søguni, sum bleiv borin út í heim. Eirikur Lindenskov nýtir sama argument.

- Tað hevði verið nógv verri, um útlendskir myndamenn tóku myndir av grindadrápinum og síðani vístu á, at fjølmiðlarnir her í Føroyum bóru eina heilt aðra søgu. So hevði tað verið sum í Norðurkorea, har einki samsvar er millum almennu søguna og veruleikan, sum útlendskir miðlar vísa. Sum fjølmiðlar mugu vit vera opnir og erligir, sigur hann.

 

Niels Uni Dam heldur kortini ikki, at tað hevði gjørt stórvegis mun, um miðlarnir góvust at vísa slíkar myndir.

- Hvørt menniskja, sum fer oman á sandin ella í fjørðuna, tá grind er, hevur eina telefon við sær og hundraðtals myndir verða tiknar og lagdar út á sosialu miðlarnar. Eg haldi tí ikki, at hetta kjakið er serliga áhugavert, tí eg ivist ikki í, at myndirnar høvdu komið út, hóast miðlarnir góvust at leggja tær út sjálvir, sigur hann.

 

Hvørki Olivur Joensen, Eirikur Lindenskov ella Finnur Koba halda, at miðlarnir skulu taka atlit til ferðavinnuna.

- Vit hava heilt víst atlit at taka, tá tað ræður um myndir, men tað eru ikki vinnulig atlit. Vit vísa atlit, tá talan er um vanlukkur og fylgja leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið, men tað er fyri ikki at stoyta okkara lesarar, sigur Eirikur Lindenskov.

 

Les meiri um evnið í Vikuskiftissosialinum, sum er til sølu nú.