Boðini frá føroyska pandemibólkinum eru greið. Føroyingar hava onga orsøk at stúra, men vit eiga at ansa okkum fyri líkasælu Mánadagin boðaði heimsheilsustovnurin WHO frá, at teir høvdu sett tilbúgvingarstigið upp á stig 3. Hetta eftir at útbrotið av H1N1-beinkríminum ella nýkrími í Meksiko var komið í ljósmálan.
Føroyar hava ein sokallaðan pandemibólk, ið verður kallaður saman, skuldi hóttanin um eina pandemi verðið veruleiki. Í hesum pandemibólki eru umboðaði ovasta serfrøðin í fyribyrging, heilsumyndugleikarnir, so sum landslæknin, landsapotekarin og yvirlæknar, og tilbúgvingin.
Hóast tað ikki enn var neyðugt Høgni Debes Joensen, landslækni, pandemibólkin inn til fund. Tá var tilbúgvingarstøðið á stig 3, og tí var tað bara fyri at binda um heilan fingur.
Men longu áðrenn fundurin var hildin í gjár, hevði WHO hækkað tilbúgvingarstigið tvær ferðir, og hetta hevur tikið ikki bert teir føroysku, men allar heimsins heilsumyndugleikar á bóli.
- Hetta hevur gingið óvanliga skjótt. Vanliga ganga tað vikur, mánaðir ella ár millum at stigini verða hækkaði. Hesaferð er tað lítið meira enn eitt døgn, og tað er komið púra óvart á øll, sigur landslæknin.
Pandemibólkurin hevði fund í gjár. Á fundinum varð aktuella støðan viðvíkjandi H1N1-beinkríminum viðgjørd gjølla og tilbúgvingarætlanin, sum varð gjørd í 2006, gjøgnumgingin.
- Vit hava onga orsøk til at vera bangin. Hinvegin mugu vit heldur ikki vera líkasæl. Støðan er álvarslig, og tí eiga vit at ansa eitt sindur eftir, sigur landslæknin.
Hann væntar ikki at vit koma inn í fasu 6, ið er pandemifasan, fyrr enn um mánaðir ella ár.