- Eftir mínum tykki er neyðugt, at hetta álvarsmál fær avleiðingar fyri Johan Dahl. Annars mugu vit bara avtaka stýrisskipanarlógina, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.
Tað signalvirði, sum politiska skipanin sendir út til fólk er sera óheppið. Meðan vit onnur verða revsað, um vit bróta lógina, so er tað ikki soleiðis, tá ið umræður okkara landsstýrisfólk.
- Um tú bara kann bróta lógina sum tær lystir, uttan at tað fær avleiðingar, so haldi eg vit skulu avtaka stýrisskipanarlógina. Um Johan Dahl sleppur at halda fram ótarnaður eftir at tað er greitt, at hann hevur brotið stýrisskipanarlógina, so sendir tað enn einaferð eitt signal út um, at okkara hægstu fólk gott kunnu bróta lógina, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er sera álvarsom, tí hon staðfestir, at Johan Dahl hevur brotið stýrisskipanarlógina, hóast hon frífinnur hann í at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Men politiska skipanin verjir helst enn einaferð seg sjálva.
- Okkara politiska skipan hevur ikki tað neyðugu disiplinina til at taka avleiðingarnar av sínum skeivu gerðum og sínum lógarbrotum. Tað sær út til, at Johan Dahl og Vinnumálaráðið eisini hesaferð royna at dekka útyvir seg sjálvan, sigur Bjørn á Heygum, og vísir til eina grein á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, sum kann lesast her.
Hann heldur, at tað er sera tragiskt, at fólkið í Føroyum ferð eftir ferð er vitni til, at lógirnar í landinum ikki galda fyri okkara hægstu.
- Tað sær út til, at okkara politikarar eru hevjaðir yvir lógina. Einki fær avleiðingar, og man roynir heldur at skúgva sær burtur úr tí. Tað er eitt sera óheppið signal at senda, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at trúvirði á politisku skipanina hevur tað sera trupult frammanundan hesum máli, og nú verður støðan helst enn verri.
- Um hetta ikki fær avleiðingar fyri Johan Dahl, so fer trúvirði hjá politisku skipanin enn eitt slag fyri bógvin. Og man skal minnast til, at har er illa statt frammanundan, sigur Bjørn á Heygum.