Sigling
Fólk undrast yvir, hvussu tað kundi bera til, at Smyril á veg av Tvøroyri til Havnar seinnapartin hósdagin misti annan bjargingarflakan fyri borð. Tað var einki summarveður á hesum túrinum, men heldur ikki nakað illveður at tosa um. Á ein ella annan hátt fór annar bjargingarflakin hjá Smyrli í havið og blástist upp. Eftir at óhappið var hent, helt Smyril leiðina fram til Havnar.
Bjargingarflakin rak fyri vág og vind suðureftir. Djúpvatnstrolarin, Phoenix, sum var staddur sunnanfyri, rakti við flakan, men teimum eydnaðist ikki at gera nakað við hann.
Vaktarskipið, Brimil, fór á leiðina. Teir tóku tveir av flakunum upp og byrjaðu klokkan 22.19 hóskvøldið at sleipa hinar báðar til lands. Brimil var á Tvøroyri við flakunum klokkan 04.14 fríggjamorgunin.
Stórur flaki
Ein tílíkur bjargingarflaki er samansettur av fýra flakum og tey, ið hava sæð ein uppblástan flaka, siga, at hesin minnir mest um eina stóra hoppiborg.
Í neyðstøðu verður ein hurð í kassanum, sum flakin er í, latin upp; gummidúkarnir verða sleptir fyri borð og blæsast upp til fýra samanhangandi flakar. Ferðafólkini sleppa niður í flakan gjøgnum eina slisku, sum gongur av skipinum og niður.
Smyril hevði tveir slíkar flakar umborð, og er hetta eitt IMO-krav til ferðamannasigling um okkara leiðir.
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á stjóranum á Strandferðsluni, Kristiani Davidsen, men sambært dagsskránni hjá honum, sat hann á fundi til middags.
Vit ætlaðu at spyrja hann, hvussu tað kundi bera til, at Smyril á hesum túrinum misti annan bjargingarflakan.
Hvørki Jóannes í Heimistovu ella Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum, sum nú hevur Vaktar-og Bjargingartænastuna undir sær, vistu nakað at siga um, hví Smyril misti flakan.
Umborð á Brimli, sigur skiparin, Jákup Muller, at tá ið teir komu til bjargingarflakan, lógu allir fýra flakarnir saman, soleiðis sum teir eiga at gera.
- Vit hildu ikki, at flakarnir sóu so stórir út, men tá ið vit høvdu hivað teir báðar fyrstu umborð, var dekkið fult. Tí noyddust vit at sleipa hinar báðar til lands. Tá ið vit komu til lands, var lítil luft eftir í tí eina flakanum.
Jákup sigur, at hvør flakin tekur eini 125 fólk, soleiðis at allir fýra tilsamans taka eini 500 fólk.
- Á havinum liggja hesir fýra flakarnir samanbundnir, sum ein stórur fýrakantur tilsamans. Úr skipinum slepst niður í tann eina flakan gjøgnum sliskuna, og síðan verður gingið yvir í hinar tríggjar.
Skiparin á Brimli sigur, at tá ið flakin blæsist upp á sjónum, er tað líkamikið, hvønn veg hann vendir, tí hann kann nevniliga venda báðar vegir.
Ikki fleiri ferðir
Leiðarin á Skipaeftirlitinum, Óli Hans Hammer Olsen, sigur, at teir hava sent fólk umborð á Smyril at kanna málið, samstundis sum fólk, ið umboða verksmiðjuna, eisini eru komin higar.
- Stutt eftir, at Smyril hevði mist flakan, fingu vit fráboðan um hendingina. Hetta er ikki nøkur skandala sum so, men endurtekur slíkt seg, noyðast vit at gera okkurt. Vit vænta eina fyribilsfrágreiðing frá framleiðaranum um hendingina rættiliga skjótt.
Leiðarin veit at siga, at Smyril misti ikki flakan av vánaligum veðri.
- Vit hava fingið at vita, at tá ið skipið legði seg mest, legði tað seg 22 stig, og tað er ikki óvanligt í sigling um Suðuroyarfjørð. So, tað var ikki at sjógvi, at flakin fór í havið, sigur hann.
Bjargingarflakarnir hjá Smyrli eru av slagnum, RFD, og tað eru eisini onnur skip enn Smyril, sum nýta hetta slagið.
- Ein umboðsmaður er í Føroyum fyri hesar flakarnar, sigur Óli Hans.
Hann sigur seg ikki rættiliga vita, hvussu flakin fer fyri borð í neyðstøðu, men heldur, at tað er ein hurð í kassanum, har flakin liggur, sum fer upp.
- Alt málið verður nú kannað, og vit vænta, at greiða skjótt fæst á teimum spurningum, ið eru, sigur leiðarin á Skipaeftirlitinum, Óli Hans Hammer Olsen, at enda.