Eik 300 milliónir í ábyrgdarláni

- Framgongdin í virkseminum ber við sær, at vit hava økt um gjaldførið við einum nýggjum ábyrgdarláni á tilsamans knappliga 300 milliónir krónur, sigur Eik Banki Eik hevur tikið eitt nýtt ábyrgdarlán uppá 40 mió. evrur, ið svarar til knappliga 300 mió.kr.

Ábyrgdarlánið er tikið á altjóða lánsmarknaðinum og er enn eitt stig í tilgongdini, har kapitalsamansetingin verður optimerað. Ansvarligur kapitalur er bíligari enn partapeningur og gevur Eik møguleika at renta partapeningin betri.

Ansvarligur kapitalur telur við ájavnt við eginpening, tá peningastovnar rokna solvens. Hækkaði solvensurin, sum ábyrgdarlánið ber við sær, skal saman við innlánsvøkstri brúkast aktivt í virkseminum, sum er nógv merkt av vøkstri og menning.

Eik hevur eina ferð áður tikið eitt altjóða ábyrgdarlán. Hetta var í juli í fjør, tá føroyskir og útlendskir íleggjarar settu 150 mió.kr. av ansvarligum kapitali í Eik. Hesin kapitalur varð fingin til vega umvegis eina lánsbrævarøð, sum varð skrásett á Københavns Fondsbørs.

Í desember 2006 tók Eik eitt altjóða lán á 1,2 mia.kr. Tá var talan tó ikki um ábyrgdarlán.