Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop eftir skatt upp á knappar 37 mió. kr. Úrslitið áðrenn skatt er knappar 45 mió. kr.
– Úrslitið er nøktandi, og á hædd við tað, vit høvdu roknað við, serliga tá hugsað verður um hørðu kappingina á føroyska marknaðinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Hann sigur, at hóast harða kapping heldur Eik Banki fast um sína støðu á føroyska lánimarknaðinum. Hann vísri á, at Eik Banki hevur gingið á odda við at lækka renturnar hjá bústaðareigarunum og hava hesar verið týðandi partur í lækkandi kostnaðarstøðinum í samfelagnum, og eru tískil komnar føroysku húsarhaldunum til góðar.
Innlánini vaksa, og við einum solvensi á 22,3 prosent er talan um ein hin tryggasta peningastovnin í danska ríkinum, sigur hann.
Innlánini eru vaksin við 530 mió. kr. fyrra hálvár, og samlaðu útlánini eru somuleiðis hækkaði eitt vet, samstundis sum at góða gongdin í samfelagnum hevur við sær, at privatkundar og vinnukundar í stóran mun velja at innfría síni lán.
Úrslitið er lægri enn sama tíðarskeið í fjør, og er hetta í stóran mun orsakað av einstøkum størri niðurskrivingum, sum skulu haldast upp ímóti afturføringum fyrra hálvár 2015.
Bankin heldur fast við positivu útlitini fyri árið, og ársúrslitið fyri skatt fer væntandi at liggja millum 50-80 mió. kr. áðrenn skatt.
Hálvárið í stuttum:
- · Avlopið eftir skatt er 36,5 mió. kr.
- · Avlopið áðrenn skatt er 44,5 mió. kr.
- · Útlán bankans eru økt til 5,2 mia. kr.
- · Innlán bankans eru økt til 7,1 mia. kr.
- · Niðurskrivingar eru 10,9 mió. kr.
- · Gjaldførið er 253,1 prosent oman fyri lógarkravið
- · Solvensurin við hálvárið er 22,3 prosent.