Danski staturin hevur nú givið Eik Banka-samtakinum tilsøgn um statsveðhald upp til 9,1 milliard krónur sambært Bankapakka II. Danski staturin hevur givið tilsøgn um at veita Eik Banka-samtakinum trygd fyri upp til 9,1 milliard krónur. Trygdin skal nýtast til endurfígging av lánum og til at tryggja bankanum eitt gott gjaldføri, eisini eftir at Bankapakki I fer úr gildi 30. september 2010, boðar bankin frá.
Samtakið hjá Eik Banka hevur gjørt avtalu um individuella statstrygd sambært sokallaða Bankapakka II. Avtalan ber í sær, at Eik Banka-samtakið kann lána upp til 9,1 mia. kr. við trygd frá danska statinum.
Fyri Eik Banka í Føroyum er talan um ein veðhaldskarm á 6,6 mia. kr. Danski dóttirbankin, Eik Bank Danmark, hevur fingið tillutaðan ein veðhaldskarm upp á 2,5 milliardir krónur við statsveðhaldi.
Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, sigur, at statsveðhaldið á upp til 9,1 milliardir krónur skal nýtast til at endurfíggja lán, ið fella til gjaldingar í ár og komandi ár, umframt til at tryggja bankanum eitt gott gjaldføri, eisini eftir 30. september 2010, tá Bankapakki I fer úr gildi.
Um tveir dagar almannakunnger Eik Banka-samtakið ársroknskapin fyri 2009.