Virksemið veksur við øktum útlátum og innlánum, og fyri skatt er úrslitið góðar 93 milliónir krónur.
- Vit eru nøgd við úrslitið, sum er betri enn væntað. Serliga frøast vit um vøkstur í útlánum, hóast hørðu kappingina á marknaðinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Síðani ársenda 2013 eru útlánini økt við góðum 150 milliónum krónum, úr 4,9 millardum krónum í 5,0 milliardir krónur. Sagt verður, at vøksturin í útlánum er eitt partvíst tekin um, at gongdin í samfelagnum er jalig, og at bjartskygni er at hóma hjá flestu vinnugreinum og húsarhaldum.
Hóast rentulækkingar hava ført við sær eina lækking í inntøkunum hjá bankanum, hevur vaksandi eftirspurningurin av útlanum í ein ávísan mun bøtt um intøkurnar. Innlánini økjast eisini framhaldandi og eru nú knappar 6 milliardir krónur.
Við árslok 2013 metti bankin, at ársúrslitið fyi 2014 fyri skatt fór at vísa eitt avlop millum 60 og 90 milliónir krónur. Góða gongdin fyrra hálvár 2014 merkir, at bankin væntar eitt betri ársúrslit enn fyrr mett, t.e. millum 110 og 140 milliónir krónur áðrenn skatt.