Stjórin í Nota hevur onga ítøkiliga viðmerking, nú Fíggjarligt Støðufesti boðar frá, at tað væntandi eisini fer at reisa endurgjaldskrav móti grannskoðaravirkinum Nota.
- Tað verður ein tilgongd millum okkum og Fíggjarligt Støðufesti, og tí kunnu vit ikki koma við øðrum viðmerkingum, sigur Hans Laksá, stjóri í Nota, sum frá í dag av ikki longur er grannskoðari hjá Eik Banka.
Nota var annars grannskoðari hjá gamla Eik Banka.
Fíggjarligt Støðufesti metir eftir øllum at døma, at Nota hevur svikið sín leiklut sum grannskoðari - eins og Deloitte.
Bestyrelsen i Finansiel Stabilitet har med baggrund i advokatens redegørelse og anbefalinger besluttet at
iværk- sætte de anbefalede sagsanlæg om erstatningsansvar over for bankens tidligere ledelse og eksterne revision, henholdsvis Nota Revision og Deloitte, statsautoriseret revisionsaktieselskab, ligesom de pågældende revisorer indbringes for Revisornævnet, stendur millum annað í skrivinum frá Fíggjarligum Støðufesti.
Stjórin í Nota fer nú at lesa kanningina, sum Carsten Fode, advokatur, hevur gjørt.
- Eg fari at lesa kanningina væl og virðilga. Síðani fara vit at kanna innanhýsis, um vit hava gjørt okkara arbeiði til lítar, sigur Hans Laksá.
Nota hevur sum ein avleiðing av kanningini fráboða bankanum, at felagið ynskir at verða loyst frá grannskoðanaruppgávuni fyri bankan.
Frágreiðingin kann lesast her.