Eik skuldi farið í 2009

Á sumri 2009 vóru greiðar ábendingar um, at Eik Banki fór ikki at standa seg. – Tá var púra greitt, at bankin fór ikki at hóra undan. Stjórarnir hava grovt mishildið sínar skyldur í sambandi við útinnani av høgu álitisstørvum teirra. Bankin skuldi verið avtikin fyri tveimum árum síðani, skrivar Carsten Fode í frágreiðingini

Tann 21. mars 2009 skrivaði Thomas G. Svaneborg, blaðmaður á Jyllandspostinum, at fíggjarstøðan var hættislig. Eik Grunnurin og Eik Banki vóru í trupulleikum, metti hann.
- Efter et overskud på 600 mio. kr. i 2007, lå fonden inde med en egenkapital på 1,9 mia. kr. og lignede på det tidspunkt en kernesund pengetank. I dag er pengetanken imidlertid drænet betydeligt, fordi man i løbet af året har store tab på sine mange aktier i Eik Bank og på en række køb, som man har foretaget i tæt samarbejde med banken, skrivaði blaðmaðurin.
Tá stóð forstjórin Marner Jacobsen púra spyrjandi. Hann vísti staðiliga aftur, at nakar vandi var á ferð.
- Tað er í øllum førum ikki nakað, vit kenna til, segði hann við Sosialin tann 23. mars 2009. Marner Jacobsen var sannførdur um, at blaðmaðurin hevði misskilt roknskapin.
Misskiljingar ella ikki. Støðan var hættislig fyri tveimum árum síðani. Tað vísir nýggjasta kanningin, sum Carsten Fode, advokatur, hevur latið úr hondum. Fíggjarstýringin og bygnaðurin í gamla Eik Banka var ábyrgdarleys. Bankin gjørdi ikki neyðugu niðurskrivingarnar í fleiri førum, umframt at bankin hækkaði lánini við rentum av stórum lánum. Eik Banki var farin at loysast sundur.
- Det er min vurdering at Bankens halvårsregnskab for 2009 ikke var retvisende, idet Banken pr. 30. juni 2009 skulle have fortaget mernedskrivinger af udlån for minimum 800 mio. kr., hvilket ville have resulteret i, at Banken ikke kunne opfylde solvenskravet og det af Banken fastsatte individuelle solvensbehov. Bankens ledelse skulle straks have meddelt dette til Finanstilsynet. (..) Det er min vurdering, at ledelsen burde have erkendt Bankens økonomiske situation pr. 30. juni 2009 og draget de nødvendige konsekvenser heraf, skrivar Carsten Fode, advokatur, í frágreiðini og staðfestir, at váðafýsni var høvuðsorsøkin, at bankin kollsigldi.
Marni Jacobsen mátti leggja kongin í Eik Banka, tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók virksemið har í september í fjør. Hann kennir seg ikki aftur í ákærunum.
- Eg havið arbeitt eftir bestu sannføring øll árini, sigur hann í dag.

Nevndin visti einki
Sambært kanningini hjá Carsten Fode, hevði nevndin í Eik Banka onga hóming av, hvat fór fram handan leiktjøldini. Tað var forstjórin, sum hevði evstu ábyrgdina av øllum. Nevndarlimirnir hava als ikki røkt sína skyldu, meðan stjórarnir grovt hava mishildið sínar skyldur í sambandi við útinnani av teirra høgu álitisstørvum í bankan. Tað skal nevndin ábyrgdast fyri, heldur Carsten Fode.

Mælir til endurgjaldskrav
Carsten Fode mælir til, at endurgjaldskrav verður gjørt galdandi móti gomlu nevndini og leiðsluni í Eik Banka. Hann er av teirri áskoðan, at nevndin og stjórnin í gamla Eik Banka á einum óforsvarligum grundarlagi hava veitt sera stór, tapsgevandi lán og í ein stóran mun hava latið vera við at gera neyðugar niðurskrivingar, at grannskoðanin ikki er útint í samsvari við lóggávuna, og at grannskoðanin hevur handlað í stríð við góðan grannskoðarasið við ikki at hava tikið fyrivarni í sambandi við sínar átekningar og váttanir.
- Fíggjarligt Støðufesti hevur á hesum grundarlagi avgjørt at taka rættarlig stig móti fyrrverandi nevnd, stjórn og uttanhýsis grannskoðan bankans. Grannskoðararnir fara annars at verða klagaðir inn fyri Grannskoðaranevndina, boðar Fíggjarligt Støðufesti frá.
Fyrrverandi nevndin gjørdi í sambandi við skrældi í september 2010 fráfaringaravtalur við bankastjórnina. Nevndin ætlar nú at seta hesar fráfaringaravtalurnar úr gildi.