Eiler er besti dómarin

Hann hevur verið dómari í fremstu røð síðani 1996

Besti dómarin í bestu deildini hjá monnum í 2024 er Eiler Rasmussen. Tað varð avdúkað, nú heiðrarnir fyri fótbóltsárið 2024 verða handaðir. Eiler fekk eisini í 2008 henda heiðurin.

 

Tórshavnar kommuna hevur latið heiðurin.

 

47 ára gamli Eiler Rasmussen hevur dømt 387 dystir í bestu deildini og 67 dystir í kappingini um løgmanssteypið.