?Tá ið tað luktar av svidnaroyki í nátatíð, so luktar tað eisini av pengum_?
Soleiðis tók ein ferðamaður til einaferð, sum vitjaði úti á bygd, har menn fingust við náta, og roykurin stóð um alla bygdina.
Stríggið er tað, um lønandi vinna skal fáast burtur úr teir fáu dagarnar, sesongin er.
Summi torga ikki roykin, onnur elska hann. Sjálvur svidnaroykurin er nøkulunda eins frá fugli til fugl, men tá ið fuglurin er í sínum fulla búna, luktar nátin burtur úr ? og hann luktar ikki væl, kunnu vit vera samd um. Hann hevur ein sterkan og beiskan royk, sum setir seg í næsarnar, kemur tú ov nær. Nertir tú fuglin við fingrum ella klæðum, skal vaskast væl, áðrenn roykurin er burtur. Ein vasking er ov lítið. Tað var tí ikki so løgið, at ein útlendskur ferðamaður varð vístur burtur við tveimum óroyttum nátungum í hondini á Sjómansheiminum í Havn fyri fáum árum síðan. Hesin hevði keypt sær fuglarnar í Vágsbotni og var á veg uppá kamarið at royta ella skrædla, tá ið fólk sóu hann!
Tað eru ikki øll fólk, sum dáma náta ? heldur ikki, tá ið teir liggja í døgurðafatinum, sum stendur á borðinum. Hetta kann tykjast undarligt hjá teimum, sum væl dáma henda fugl. Náti er ikki øðrvísi enn annar fuglur. Hann er bara nógv feitari enn eitt nú lomvigi og lundi, men sjálvur kjøtmaturin er vælsmakkandi og moyrur, tí hetta er jú ungfuglur burturav. Dámar tær ikki ? ella vilt tú ikki eta - fituna, kann fuglurin skrædlast ella fitin skavast burtur av, tá ið stokt ella kókað er. Nakað annað er so tað, at náti krevur nógv salt, skal hann ikki vera vamlisligur.
Úr grýtuni í ovnin
Í mong ár stokti fáur nátunga; alt fór í salt, og har kundi fuglurin goymast leingi. Tá ið kókast skuldi, varð fuglurin tikin upp og útvatnaður, áðrenn hann fór í grýtuna.
Nú munnu tey flestu steikja nátungan, men skilagott er kortini at leggja hann í salt ella saltlaka einar tveir dagar, áðrenn hann fer í ovnin. Hetta ger, at fuglurin verður fastari í kjøtinum og tí eisini leskiligari at eta.
Ein trupulleiki er tó; tað er, hvussu fuglurin skal goymast. Verður hann lagdur í salt ella saltlaka, verður hann fyrst vaskaður. Og tá ið hann er vaskaður og frystur sum vanligt, tráðnar fitin skjótt, og fuglurin verður ikki mannaføði. Tí frysta fleiri nátungar í mjólkarpakkum við vatni rundan um fuglakroppin. Er talið stórt, fyllir tað kanska ov væl í frystiboksini.
Ein annar háttur, sum ivaleyst hevur vundið nógv uppá seg og er góður, er at frysta fuglin óvaskaðan við sótini á. Fyrimyndin her man vera útlendsku seyðarhøvdini, sum koma óvaskaði og fryst til landið. Tey halda sær leingi, og frystur nátungi við sótini á heldur sær eisini væl í frystiboksini, kanska eitt heilt ár. Umráðandi er at halda vatni burtur, tí er ov nógv vatn komið at fuglinum, tráðnar hann skjótari.
Skal fuglurin frystast við sótini á og uttan, at væta er komin at fuglakroppinum, er best at frysta hann ókruvdan ? við gørnum og øllum í. Tá ið hann so verður tikin uppaftur, so hvørt steikjast skal, verður hann fyrst vaskaður, meðan hann enn er ?heilur? og síðan kruvdur.
Vanligt hevur verið at vaska nátunga við sotu, men tað ber saktans til í staðin at stoyta nakrar dropar av uppvaskievni í heita vatnið; tá verður fuglurin púra reinur. Tá ið sápan er skolað burtur av heila fuglinum, verður hann kruvdur, reinsaður innan, skolaður, kryddaður, lagdur á skuffu og settur í ovnin.
Nýbakaður drýlur og heit epli hava leingi verið etin afturvið nátunga, og drýlurin smakkar líka so væl aftur við, hóast fuglurin er stoktur og ikki kókaður.
170 ára gamal
Náti er ikki so ógvuliga gamal í eitt nú Føroyum og Noregi, hvørki sum fuglur, ei heldur sum mannaføði. Leita vit stívliga 170 ár aftur í tíðina, var eingin náti her á landi. Fara vit longur suður, eitt nú til oynna, St. Kilda vestan fyri Írland, so hevur náti búð har í nógv longri tíð enn í Føroyum.
Jens Kjeld-Jensen, ið man vera tann í Føroyum, sum veit eina mest um fugl og fuglalív, sigur, at nátin kom til Føroya í umleið 1830 og nøkulunda um somu tíð til Noregs.
- Onkur vil vera við, at hann kom higar 15 ár frammanundan, men vit halda uppá, at tey fyrstu pørini settu búgv her um hetta mundið. Og fuglurin hevur eftir øllum at døma trivist ógvuliga væl í okkara umhvørvi, tí í dag verður mett, at stovnurin er umleið 1 miljón pør, sigur hann.
Í Noregi, sum er nógvar ferðir størri enn Føroyar, hevur fuglurin av eini ella aðrari orsøk ikki følt seg so væl ?heima?; har liva og virka bara nøkur túsund pør.
- Hví fuglurin ikki fór um størri partar av Noregi, tá ið livilíkindini har skuldu verið eins góð og í Føroyum, veit eingin. Tað er undarligt, heldur hann.
Jens Kjeld sigur, at nátin setti búgv í Íslandi nógv fyrr enn í Føroyum, men í Íslandi hevur hann bert í lítlan mun verið gagnnýttur.
- Í flest øllum londum uttan í Føroyum, er náti friðaður um summarið, tá ið hann reiðrast, og í fleiri londum er hann friðaður alt árið, eitt nú í Noregi og Onglandi.
Spurdur, um nátin eisini skuldi verið friðaður í Føroyum um summarið, heldur Jens Kjeld, at tað hevði verið skilagott.
- Tað er altíð keðiligt, at fuglur verður veiddur, tá ið hann hevur ungar. Hetta førir jú til, at onkur ? ella fleiri ? pisur doyggja, antin tí hon-fuglurin ella hann-fuglurin ikki kemur aftur til pisuna. Og soleiðis eigur tað jú ikki at vera, sigur hann.
Gerst aldrandi
Náti livur leingi, og tað merkir oftast, at fuglurin eisini búnast lutfalsliga seint. Hinvegin fær hann ungar heilt uppí ellisár.
Jens Kjeld sigur, at náti vanliga verpur fyrstu ferð um 8-10 árs aldur. Hon-fuglurin er verpingarbúgvin um 10 ára aldur, men hann-fuglurin er búgvin eini tvey ár fyrr. Nær fuglurin verpur fyrstu ferð, veldst eisini um umstøðurnar, har hann heldur til. Eru umstøðurnar góðar, kann hann verpa eitt sindur fyrr.
- Náti livir, til hann er umleið 50-60 ára gamal, og fuglurin kann fáa avkom øll árini frá tí, hann hevur vorpið fyrstu ferð. Vit vita um minst 55 ára gamlan ringmerktan hon-fugl, sum fekk unga!
Árini, meðan fuglurin enn er ungur og ikki verpur, nýtir hann til at finna sær búpláss og reiður, tá ið tann tíðin kemur.
- Náti verpur bara eitt egg og kann bara verma einum eggi. Onkuntíð hendir, at fuglur, sum er ógvuliga væl fyri, verpur tvey, men tá doyr ungin í báðum, um annað eggið ikki verður skumpað úr reiðrinum í góðari tíð. Frá náttúrunarhond er náti ikki egnaður at verma meira enn tað eina eggið, sigur Jens Kjeld.
Sum skilst, er tað búplássið, sum knýtir tveir og tveir fuglar saman, og teir halda saman, soleingi báðir eru á lívi.
- Eitt nátapar svarar til eini hjún ella eitt par, sum búgva saman. Í berginum ella á rókini fuglarnir saman, men tá ið teir fara til havs, fara teir ofta hvør sær. Hetta svarar til eitt par, har bæði arbeiða úti, men koma aftur, tá ið dagur er lokin, sigur Jens Kjeld.
Myrkari norðanfyri
Tað, sum vit vanliga kenna til, er náti ljósur á liti, men longur norður, tú kemur, t.d. norður í Barentshavið ella vestur á Flemmish Kap, tess myrkari eru fjaðrarnar, serliga rundan um høvdið.
Soleiðis hevur onkur sæð myrkan náta og onkur annar hvítan náta. Tað eru eisini tey, sum halda, at munur er á støddini á fuglinum ? alt eftir, hvar hann heldur til.
Jens Kjeld sigur tó, at talan er bara um tann eina fuglin.
- Jú, tað er rætt, at fleiri myrkir nátar eru at síggja, longur norður vit koma. Hetta hevur nakað við náttúruviðurskiftini at gera. Longur suðuri er meira sól, og tá hevði verið heitari hjá fuglinum, um hann var ov myrkur. Har norðuri er kalt, og tá er tað ikki verri, um búnin er myrkari.
Hann vísir á, at hann-fuglurin vanliga er nakað størri enn hon-fuglurin, og tá ið menn halda seg hava fingið størri fugl ein dag enn ein annan, er orsøkin helst tann, at júst hendan dagin var meira hann-fuglur uppi í veiðini.
- Men fuglurin er hin sami kortini, leggur Jens Kjeld dent á.
Á Flemmish Kap eru fleiri myrkari nátar enn í Føroyum, og har er fuglurin vanliga eisini smærri.
Hann veit eisini at siga, at umleið 3 prom. av búfuglinum í Føroyum eru myrkir ella myrkari enn vanligt.
- So, hetta er eitt lutfalsliga lítið tal.
Áðrenn vit sleppa hesum partinum um nátan, kunnu vit leggja aftrat, at fyri fyrstu ferð, sum fólk veit um at siga, fekk eitt nátapar ein unga í Danmark síðsta ár.
- Hetta var á Bulbjerg í útnyrðingspartinum av Jútlandi, sigur Jens Kjeld.
Støðan í heyst
Tað skerst ikki burtur, at nógv minni náti er tikin í heyst enn, tá ið heystið er av teimum frægu ella góðu. Ivaleyst er veðrið, sum hevur verið ólagaligt í nátatíðini, ein orsøkin, men spurningurin er, um tað er øll søgan.
Jens Kjeld heldur tað tó ikki vera rætt at siga, at nátin sum so er minkaður.
- Eg veit, at teir stóru nátadagarnir hava ikki verið higartil í heyst, men eg trúgvi, at orsøkin í fyrsta lagi er vánaliga veðrið ? og so tað, at fuglurin helst er eitt sindur seinni á veg enn vanligt.
Hann heldur ikki, vit kunnu siga við veiðini í heyst sum grundarlagi, at nátin er minkaður.
- Sjálvandi gongur tað eitt sindur upp og niður við øllum, sum livir í náttúruni, eisini við nátanum. Vit plaga at siga, at sleppa 50 nátungar av rókini av 100 vorpnum eggum, so kemur væl undan. Hvør endin er á hinum 50 eggunum og ungunum, er ilt at siga, men tað kann vera so mangt, sum hevur ført til, at teir ongantíð komu úr egginum ella av rókini. Rovfuglur kann hava gjørt enda á hesum - ella, at aðrar umstøður í náttúruni eru orsøkin til fellið.
Hann leggur dent á, at hesi tøl bert fevna um nátan og ikki um annan sjófugl, har uppaftur meira eigur at koma undan.
Jens Kjeld loyvir sær tó at nevna stormin, sum var tíðliga í summar, tá ið urtagarðar og annað kendi sviðan av hesum.
- Tað kann kanska hugsast, at hesin onkustaðni hevur havt sína ávikan á tað, ið undan kom, sigur hann.
Náti ella havhestur?
Spurdur, hvat navn, honum dámar betur, náti ella havhestur, sigur Jens Kjeld, at hann heldur seg til orðið, náti, tí fuglanavnið, havhestur, er ikki føroyskt, men norskt.
- Eg haldi, at náti er eitt gott og vakurt navn, har vit kalla ungan ?nátunga? og gamla fuglin, ?gamlan náta?, sigur Jens Kjeld-Jensen at enda.
Vit skulu ikki leingja um hesa greinina, men bert skoyta uppí, at tað var tann tíð í gomlum døgum, tá ið fólk ikki tordu at eta náta. Tey hildu, hann luktaði so illa og hevði verið so nógvum at meini við nátasjúkuni; tískil kundi hesin fuglur valla vera mannaføði heldur.
Søga er soleiðis úr Suðuroy, har tey lótu eina gamla konu, sum kortini lá at doyggja, fáa kókaðan náta at eta.
Eftir at konan hevði etið seg metta og væl setta av hesum fugli, gekk húsfólkið javnan inn í kamarið, har konan lá og svav. Tey hugdu, um hon andaði! Tey vóru forvitin eftir at vita, um hon kom livandi frá hesi máltíð. Og tað kom hon. Konan doyði ikki av at eta hendan fuglin, ið luktaði so illa og hevði elvt til deyða hjá mangari barnakonu.