Pete Hegseth, sum er amerikanskur verjumálaráðharri, viðgongur, at USA hevur eina ætlan klára fyri, hvussu amerikanskt hervald skal gera innrás í Grønlandi, um tað verður aktuelt.
Tað segði verjumálaráðharrin í amerikansku kongressini, tá hann svaraði einum fyrispurningi hjá Adam Smith úr demokratiska flokkinum.
- Okkara arbeiði í verjumálaráðnum er at hava ætlanir um allar møguligar møguleikar, segði hann í svari sínum.
Adam Smith hevði spurt, um Pentagon hevur lagt nakrar ætlanir um at taka Panama ella Grønland við valdi, um tað verður neyðugt, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
Lesið á hesi leinkju, hvat Sermitsiaq skrivar -