Ein av teimum stóru er farin

Hendinga gávuríki politikarin og grannskoðarin, Pauli Ellefsen, setti sítt eyðkenda merki á føroyskan politikk og samfelag í nógv ár, við tí sikti at gera tað liviligari og betri fyri føroyingar at hava eina ríka tilveru og eydnusamt lív heima í Føroyum

Pauli Ellefsen, fyrrverandi løg­maður og formaður í Sam­bands­flokkinum, er farin.
Harvið hevur ein av teim­um stóru í nýggjari politisku søgu Føroya sett førningin frá sær.
Tey, ið kendu Paula Ellef­sen, munnu vera á einum máli um, at hann var eitt sjáld­samt politiskt begávilsi og heilstoyptur politiskur leið­ari.
Hann var vinaligur, vitug­ur og visti, hvat ið hann vildi.

Gløggur og greiður
Støðufastur og skjótt hugs­andi.
Familjumaður, lættur av lyn­di og framúrskarandi vert­skaps­maður.
Talaði landsins og floksins søk, so øll skiltu boðskapin.
Fram um alt var hann ein sann­førdur og framfýsin sam­bands­maður, ið setti Før­oy­ar og føroyingar í mið­depil­in.
Hetta var ein maður, ið fevn­di breitt á so mangan hátt.

Vitug og mentað fólk
Joen Pauli Højgaard Ellefsen var bert 76 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Hann var føddur 20. apríl 1936 í Miðvági. Foreldrini vóru Sofía, fødd Højgaard, úr Rituvík og Joen Elias Ellef­sen úr Miðvági. Pauli var elst­ur av átta syskjum.
Tryggleiki og kærleiki merktu uppvøksturin, og for­eldr­ini løgdu tað góða niður í børn­ini.
Seinni Heimsbardagi end­aði, tá ið Pauli Ellefsen var níggju ára gamal. Smá­drong­ur­in upplivdi stríðsárini, sum tey bert vóru vesturi í Vág­um. Nógva fyritaksemið hjá bretum hugtók drongin.
Í Miðvági og í Rituvík vístu raskir menn og kvinnur veg. Ættfólk hansara kendu til lívsins viðurskifti úti og heima. Hetta vóru vitug og ment­að fólk.

Valdi sjógvin
Sum flestir unglingar tá valdi eisini Pauli Ellefsen sjógvin. Mið­skeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini Willi­am Martin í tvey ár, sum abb­in, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti og reiddi út til fiski­skap undir Føroyum og Ís­landi.
Pauli fór uppá skúla, lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara, meðani hann samstundis arbeiddi sum grannskoðari.
Pauli Ellefsen gjørdist ríkis­góð­kendur grannskoðari í 1969, og hevði starv hjá grann­skoð­aravirkinum C. Jesper­sen í Keypmannahavn í nøkur ár. Pauli giftist við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen, í 1963, og tey bæði avráddu at flyta heim aft­ur til Føroya fyrst í sjey­ti­árunum. Familjan bú­settist í Hoy­vík. Har vuksu børnini upp, og har hava hjúnini búð síða­ni.

Grannskoðari í Føroyum
Pauli Ellefsen setti seg nið­ur sum grannskoðari í Før­oy­u­m. Fyrst saman við Jógva­ni Sundstein fyrst í sjeyti­áru­num og síðani við egnum grann­s­koðaravirki í 1975.
Góðir grannskoðarar eru nágreiniligir, reiðiligir og álítandi. Tað frættist, at virk­ið hjá Paula bar hes­ar egin­leikar í skjaldra­merki­num. Pauli gekk ikki upp­á akkord við fak ella sann­før­ing.
Grannskoðaravirkið vaks, hóast stovnarin og stjór­in fór upp í politikk mið­skeið­is í sjeytiárunum. Pauli hevði gott fólk aftur at sær. Robert LeFevre var stjóri, meðan Pauli var í poli­tikki. Ein son­ur og síðani ein ver­dótt­ur komu sum frá leið upp í fyri­tøkuna, seinni eisi­ni sum ríkis­góð­kendir grann­skoð­ar­ar.
Grannskoðaragerningin legði Pauli frá sær í 2006. Virk­ið var í góðum hondum.

Gávuríkt politiskt snarljós
Hendinga gávuríki grann­skoð­arin og sam­bands­mað­urin úr Miðvági kom sum eitt snar­ljós inn á politiska pallin í 1974. Sambandsveljarar bóru hann inn á ting við dyggari undirtøku. Pauli Ellefsen loysti Trygva Samuelsen av som formaður. Álitisstarvið røkti Pauli framúr væl í sam­full 14 ár.
Ímeðan nógvir politikarar í dag tala til kenslur og for­nemmils­ir hjá fólki, lat Pauli Ellefsen seg ikki ávirka av slík­um. Avgerandi var, at tað gerst liviligari og betri fyri all­ar føroyingar at hava eina ríka tilveru og eydnusamt lív heima í Føroyum. Slík­ur poli­tikk­ur skuldi gjøgn­um­førast.
Ríkisfelagsskapin sá hann sum ta góðu skipanina við størri fyrimunum enn vans­um. Eisini Pauli tók undir við, at felagsskapurin skal ikki gerast upp í krónum og oyr­um.
Afturat tí rótfesta hug­sjón­ar­liga góðsinum vísti Pauli Ellefsen í valstríði og politisk­um virksemi heilt nýggj­ar taktir í føroyskum poli­tikki.
Gávurnar vóru góðar at tala við einstaklingar, fjøld­ir og fjølmiðlar, so øll skiltu og mintust boðskapin. Lætt­an og beinraknan penn. Fór hittinorðaður beint til sak­ina, gjørdi stutt av, og øll lósu. Tað var ikki vanligt tá.
Nógv minnast famøsu "lag­køku­røðu­na", sum Pauli skar í stykkir í einari røðu und­ir tinghúsinum ar­beið­ara­­dag­in tann 1. mai eitt ár­ið. Tann røðan er skúla­dømi fyri politikarar víða hvar.
Politikkurin og eyðsýndu evn­ini hjá formanninum at samskifta "krystalklárt", ið hann plagdi at taka til, førdu Sambandsflokkin til fleiri framúr góð úrslit á løg­tings­valum og - ikki minst - valum til Fólkatingið.
Í fleiri ár var Pauli Ellefsen burtur­úr tann sterkasti politik­arin í Føroyum. Av tí sama var hann ikki altíð líka væl lýddur millum politisk mót­støðu­fólk. Hesi bæði ganga ofta hond í hond, men tað nervaði ikki Paula. Hann var lættur av lyndi og tók ikki seg sjálvan hátíðarliga.

Avbjóðandi løgmanstíð
Løgtingið valdi Paula Ellef­sen til løgmann í januar 1981.
Á fleiri økjum ruggaði ikki rætt í Føroyum tá heldur. Tað kann tykjast púra øvugt, men ein stór avbjóðing var at gera skilnað millum al­ment og privat. Bland var í ólukku­mát komið í interess­ur­nar.
Seks ár frammanundan fóru fiskimørkini út á 200 fjórðingar, og stórur part­ur av føroyska fjar­fiski­flota­num kom heim av fjarleiðum og í føroyskan sjógv at fiska.
Tað kravdi sín mann at stýra í einari tíð, har ið alt ov nógv skip, og við teimum hóp­in av familjum, vóru tengd at fiskatilfeinginum, ið ikki rakk til øll.
Landsstýrið hjá Paula Ellefsen vildi avmarka trýst­ið á føroysku grunnarnar, og bert skip, ið vórðu bygd í Føroyum, fingu loyvi at koma í føroyskan sjógv at fiska.
Pauli hevði fíggjarligt skil sum fáur. Tí var so upp­lagt, at tað var undir hans­ara leiðs­lu, at sonevnda sam­tíðar­skatta­skipanin kom.
Neyvan er av leið at siga, at Pauli Ellefsen var fyrsti po­lit­ik­­arin, sum alment førdi fram, at Føroyar skuldu hava ar­beiðs­loys­is­trygging. Hetta var longu í sjeytiárunum, men undirtøka fekst tíverri ikki fyri tí tankanum.
Pauli Ellefsen hevði stórt pro­fessionelt og polit­iskt kon­takt­net, bæði heima og al­tjóða. Í Fólka­tingi­num hevði hann sæti í 12 ár, har ið hann vann sær virðing um­framt vin­ir fyri lívið, tvørt­ur um floks- og hug­sjón­ar­mørk. Vinstra­menn­in­ir Uffe Elleman-Jensen, Ivar Hansen og Henning Christophersen vóru í velmaktini tá, og Pauli taldi teir millum sínar vinir.
Stutt eftir, at undirritaði kom í Løgtingið í november 1988, upp­livd­ist ein álvar­sam­ur Pauli Ellef­sen siga: "Nú snýr tað seg ikki um at reka partapolitikk. Tað snýr seg um at tveita alt til viks fyri at bjar­ga Føroyum". Fá lurt­aðu, men ein framsíggin Pauli fekk rætt. Tí­verri.

Familjukærur vinmaður
Sína politisku nøs varðveitti gamli floksformaðurin alt lív­ið. Analysur av heimligum og alheims politikki og sam­felags­viðurskiftum vóru knív­skarpar. Hann fylgdi væl við og hevði sínar kvali­fiser­aðu meiningar um flest øll viðurskifti.
Sum vinmaður var Pauli altíð áhugaverdur og stutt­ligur at vera saman við. Í vertskapi var hann ein savnandi persónur, ið hegnis­liga lyfti okkum onnur upp hag­ar, ið tað veruliga er skemti­ligt at vera.
Hvønn sunnumorgun, tá tað bar honum til, var Pauli í kirkju. Tey gomlu løgdu nið­ur í børnini eitt samband við Várharra, og hetta hevði týdn­ing fyri hann.
Familjan var altíð dýra­bær. Komin nakað til árs hjú­k­l­aðu Pauli og Henni nú um ommu- og abbabørnini. Ofta hitti tú Paula á máli á veg í ella úr barnagarði ella skúla við onkrum abbabarni. Tey smáu veittu ommuni og abba­num størstu gleði. Eyð­sýnt eydnuríkur greiddi hann í telefonini úr Buena Vis­ta frá góðum døgum sam­an við familju, børnum og barnabørnum suðuri í Spania, har ið familjan hevur summar­hús.
Tómrúmið eftir Paula verð­ur stórt fyri tykkum, ið eftir sita. Maðurin, pápin og abbin fór brádliga og ov tíð­liga um sýn, og svárur sakn­ur er í honum. Tó, góð minni veita linna og vissu fyri, at Pauli livdi eitt fult og gott lív, og at tit livdu tað saman við hon­um.
Sambandsflokkurin ber við hes­um Paula Ellefsen eina sein­astu heilsan.

Hvíl í friði, góði vinur og stríðs­felagi.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður