Ein avrokning kann broyta so nógv

AFTURGONGD – Okkara inntøka valdast altíð, hvussu tað gongst við fiskivinnuni, sigur Jóanes Christiansen, bygdaráðslimur í Fugloyar kommunu.

Fugloy: Er Skúvoyar kommuna lítil, so er Fugloyar kommuna uppaftur minni. Her búðu einans 37 fólk við seinastu teljing.
Í bygdunum báðum – Hattarvík og Kirkju – eru nógvir sjómenn, sum millum annað sigla við bátunum ið fiska eystanfyri. Og tað er ein orsøk til, at inntøkan hjá teimum kann skifta frá einum mánaði til annan.
- Tá tað er so, er okkara inntøka rættiliga bundin av, nær menn fáa sína avrokning frá reiðarí’unum, slær Jóanes Christiansen fast.
Okkurt árið hevur Fugloyar kommuna fingið munandi meiri enn tey høvdu álíknað, men soleiðis er ikki altíð.
Henda seinasta uppgerðin frá TAKS vísir júst á hetta sama: Bæði í krónum og í prosentum, hevði kommunan eina rættiliga stóra afturgongd í januar mánaði.
Í prosentum var talan um eitt helvtartal, tí 52,77 prosent minni kom inn í januar. Í krónum var talan um ein mun uppá 90.403 krónur – úr 171.304 í 2011 niður í 80.901 í ár.
Kortini er einki sum bendir á, at tey í kommununi falla í fátt av hesi orsøk.
- Nei, vit hava góða vónir, slær bygdaráðslimurin fast.