»... ein túr inn á kondittaríið, og siti so fitt har og bíði...«. Soleiðis syngur Margretha í sanginum »Eg eri so spent til jóla«. Men nú verður kanska ikki møguligt hjá teimum, sum plaga at ganga inn á kondittaríið í miðbýnum í Havn, at sessast til eitt prát og ein kaffimunn longur. Tað er nevniliga komið upp á tal, at kondittaríið skal snara lyklinum.
Eitt av starvsfólkunum á kondittarínum hevur váttað, at tær, sum reka kondittaríið í løtuni, helst fara at gevast, men hvat verður í framtíðini, visti hon ikki at siga. Kanska onkur annar tekur yvir ella letur tað heilt aftur.
Apríl søga
Kondittaríið er vorðið til eina býarmynd í Havn. Tað er har tú kanst fara innar ein kaldan vetrardag til ein kopp av kaffi ella kakao, og har er eitt heilt serligt umhvørvið.
Tá Sosialurin leitaði sær inn á kondittaríið hósmorgunin var umhvørvið soleiðis, sum tað altíð er. Kaffiroykur út í gongina, prát, látur, koppar, sum verða settir niður á borðið hoyrdist beinanvegin komið var innar í gongina.
Við diskin arbeiða tvær kvinnur. Tær eru ikki serliga tíðindafróðar, men tað eru teir føstu og fúsu kundarnir, sum sita yviri við tað fyrsta borðið. Tað fasta borðið. Teir somu menninir, sum hava gingið inn í kondittaríið ár eftir ár.
? Vit hava hitst her, hvønn morgun í 25 ár. Onkur eisini meira, sigur tann eini.
Hvønn morgun klokkan 9, tá Kondittaríið letur upp, sessast teir við borðið við kaffikoppi og rundstykki.
? Vit hopa, at hetta er ein apríl søga. Tað ber ikki til, at kondittaríið skal latast aftur. Okkurt má gerast, siga teir til slaturin um, at kondittaríið nú helst fer í søguna.
Hugnaligt
Inni á Kondittarínum er hugnaligt. Tað fyllist skjótt við fólki, sjálvt um klokkan ikki meira enn farin er av níggju henda hósmorgun.
Við borðini, tey borðini, teir altíð sita við, sita eini 12 mans í morgun. Allir hava hvør sín kaffikopp. Nakrir lesa bløðini, meðan aðrir sita og práta.
? Vit sita her og práta um alt møguligt. Loysa verðinstrupulleikar og fótbóltsprát er tað mesta, sigur ein, meðan hinir grína og siga, at tað er ikki bara fótbóltsprát.
? Vit prátað um tað, sum er farið og tað sum kemur, vil ein annar vera við.
Nú kemur ein við einum kaffikoppi og einum borðiski við einum rundstykki afturat.
? Hetta hevur ógvuliga nógv at siga fyri okkum sosialt. Hetta er byrjanin upp á ein góðan dag. Hugnaligt er tað eisini. Vit eru her hvønn morgun, eisini leygarmorgun.
Nakrir trúgvir kundar plaga at sita yviri í horninum. Teir koma eitt sindur seinni enn teir, sum sita við fyrsta borðið.
? Vit eru eini 12-20 mans, sum plaga at hittast. Allir havnarmenn, sigur ein, sum situr í horninum, meðan ein leggur skemtingarsamt afturat, at talan er bert um reint blóð, og so flenna allir hinir so hjartaliga.
? Tá vit skulu hava meira kaffi, so gera vit soleiðis, verður greitt frá. Hann ristir við lokinum til mjólkarílætið, og so kemur meira kaffi á borðið.
Nógvar góðar søgur eru úr kondittarínum, og teir trúgvu, góðu og gomlu kundarnir eru vísir í, at tað verður ein stórur missur, um kondittaríið snarar lyklinum fyri seinastu ferð.