Smederevo, Serbien: - Friður! Friður!! Nú skal vera tøgn!!!
Starvsfólkini royna at sissa børnini, men tað er ikki bara sum at siga tað. Tey 30 sigoynarabørnini eru komin upp í snúningar, og tað skal eitt størri arbeiði til at fáa tey at róa seg niður aftur.
Tey hava júst havt eina løtu við tónleiki, dansi og hopping. Eitt band hevur koyrt eina løtu við honum, fyri tey so vælkenda og vældámda tónasmiðinum Dragan Lakovitj tað serbiska svarið til Hans Andreas Djurhuus.
Soleiðis hevur gingið eina góða løtu, men nú skal ein broyting gerast í skránni. Nú skulu børnini til borðs, tí nú verður arbeiði við modellerevoks á skránni.
Hann roynir at rópa fyri at fáa tey at tagna, men einki nyttar. Hann ger nú eitt tekin við hondum sínum sama tekin, sum brúkt verður í ítrótti, tá ein venjari ynskir eitt time-out fyri lið sítt.
Nú riggar. Børnini hava lært at hetta teknið merkir tøgn, og tagna tey nú so líðandi. Nú er tíð at fara víðari í skránni henda morgunin.
Hetta er nakað teimum dámar at kunna skapa nakað burtur úr hesum evninum, og evna tað til trø, slangur, karmar og so framvegis. Bara fantasiurin setur mørkini.
Ghetto
Tá vit hugsa um barnagarðar, so er vanligt at hava ein lágan bygning við stórum spæliplássi uttanum. Einki við trappum og slíkum, sum børnini kunnu detta í.
Men her, uttarlaga í Smederevo er øðrvísi. Rættiliga øðrvísi.
Hesin barnagarðurin liggur í fyrsta lagi langt burtur frá støðum, har fólk vanliga ferðast og koma. Hann liggur uttarlaga í býnum heilt harúti, har tey fátæku búgva. Har sigoynararnir eru - mitt í eini ghetto.
Í øðrum lagi er barnagarðurin ikki ein veruligur barnagarður. Hann heldur til í felagshúsinum hjá einum av fótbóltsliðunum í býnum. Í roynd og veru í ovaru hæddini, har pláss annars skuldi vera til skiftisrúm hjá leikarunum.
Í triðja lagi er einki væl útgjørt spælipláss rundan um henda barnagarðin. Ongar reiggjur, sandkassi og tílíkt. Men innan hugna tey sær óført bæði við sangi, spæli og handaligum virksemi.
Og í fjórða og síðsta lagi er her talan um ein barnagarð fyri børn, sum mong onnur í býnum ikki vilja vita av ella vilja hava nakað við at gera. Fyri mong eru sigoynararnir nevniliga óynsktir, men her í barnagarðinum í sigoynara-býarpartinum eru tey meiri enn vælkomin.
Her verða tey møtt við vælvild og við kærleiksfullum favnum frá starvsfólki, og nú somuleiðis frá gestunum henda dagin.
Hetta var dagur í viku.
Bókstavir og tøl
Gestirnir eru nú komnir inn í rúmið sum er karmur um barnagarðin hjá Samanthu.
Her er talan um eitt hampiliga stórt rúm, sum er í slíkari stødd at børnini trívast har og fáa rørt seg. Og ikki minst, at tey eisini kunnu hugna sær saman hvønn einasta dag.
Allir veggirnir eru av betongi, og tað ger helst sítt til, at meiri óljóð er at hoyra her enn vanligt er í einum føroyskum barnagarði.
Hetta hevur kortini ikki forðað starvsfólkunum í at gera tað hugnaligt inni fyri børnunum. Allir veggirnir eru nevniliga málaðir við tekningum av "livandi" og lívligum børnum júst so sum børn eiga at vera.
Tað eru kortini ikki bert tekningar á vegginum. Børnini hava eisini lært bókstavirnar og tølini, og eina vegginum eru tekningar gjørdar til hvønn einstakan bókstav. Á hinum vegginum standa tølini og til hvørt talið er eisini ein tekning.
Telda
Í einum horni er eitt borð og á borðinum stendur eitt tól, sum neyvan finst í mongum barnagørðum í Føroyum. Ein telda.
Hóast børnini neyvan munnu eiga eina slíka heima við hús, so hava tey her atgongd til tað, sum er hvørs mans ogn í Føroyum.
Teldan hevur ikki samband við umheimin, men í telduni eru fleiri spøl, sum børnunum dáma væl at brúka.
- Áhugin fyri telduni er so stórur, at vit hava verið noydd at avmarka nýtsluna hjá børnunum, sigur eitt av starvsfólkunum.
Børnini fáa tí bert fimm minuttir í part. Og hesir minuttirnir verða brúktir fult út. Tey vita, hvar tey skulu byrja hetta spælið og tey vita alt um, hvussu ein spælir hetta.
Her ræður um at raka nakrar dunnur, sum koma skjótari og skjótari fram við skíggjanum. Ein kann skjóta nógvar dunnur uppá hesa stuttu løtuna.
Heppin
Samantha er heppin. Hon er sloppin í nakað, sum bert fá av hennara ættfólkum hava havt møguleika fyri.
Spurningurin er, hvat síðani skal henda við henni. Hava foreldur hennara eitt ynski um, at hon skal sleppa víðari til nakað, sum tey ikki kundu, ynsktu ella kanska vildu?
Eitt stórt arbeiði skal gerast og er í gerð - fyri at sannføra foreldrini um týdningin av at senda børn síni í skúla. Soleiðis at børnini í minsta lagi kunnu fáa eina skúlagongd og kanska eisini eina útbúgving einaferð í framtíðni.
Ella ynskja tey at halda fast við gamlan sið, og nærum melda seg út úr samfelagnum, eins og samfelagið hevur meldað pass til sigoynararnar?
Hetta er ikki spurningar, sum lítla Samantha fær svarað uppá. Í dag er lívið bara herligt, uttan trupulleikar og stuttligt. So kann framtíðin bara koma av sær sjálvari ella soleiðis sum hon sjálv skapar hana.
Dagurin ídag var í øllum førum góður. Hon hevur havt ein góðan dag í barnagarðinum. Og nú hevur hon so eisini fingið ein nýggjan vin.
- Bara Marit kemur skjótt aftur!