Ein barnslig kona

Klumma

Yvirskriftin á hesi klummuni átti at verið ógjørlig, tí ein kona jú er eitt trøllvaksið fólk. Men so er ikki – konan í hesum førinum eri eg. Eg eri 42 ára gomul. Eg eri gift. So kona eri eg.

Men eg eri eisini barnslig. Hóast fast starv, børn, bústað, lán, pensiónsuppsparing, eri eg mega barnslig viðvíkjandi einum, og tað er jólum.

Jólini eru mín hátíð. Eg leggi onki í páskirnar, hvítusunnu ella føstalávint. Jólini eru heilag bæði so og so í mínum hugaheimi.

Og tað, sum eisini er heilagt, er, at tey skulu haldast saman við familjuni – tað vil siga foreldrum, systkjum, verforeldrum, svigarindum, svágrum og øllum børnunum hjá teimum.

41 góð jól hava tað verið - men nú, tá tey 42. skulu haldast ,eri eg ikki heilt vís í, hvussu góð tey verða. Eg skal nevniliga halda jól saman við "bara" teimum nærmastu - manninum og syninum.

Tað er elsti sonurin, sum innarliga ynskir sær eini jól heima í Stockholm og ikki í Føroyum ella Álandi, har pápi hansara er ættaður. Og sjálvandi skal hann fáa eini jól heima - jól eru jú barnanna hátíð ella hvussu?

NEIIIII!!! Havi eg hug at skrála! Tey eru MÍN hátíð!

Men konan í mær sigur hyssj! Og biður meg blíva vaksna. At halda jól í sínum egna heimi uttan at hava systkin og foreldur at verða saman við og hjálpa sær er nakað, man bara skal klára. Ella?

So vit fáa at síggja. Hvat skulu vit eta - dunnu ella skinku? Hvørja kirkju skulu vit fara í? Hvussu skulu vit gera, so tað ikki kennist sum eitt vanligt leygarkvøld? Hvør skal verða nissa? (kann ivaleyst leigast her í Stockholm – alt ber til at keypa, um man hevur nokk av peningi).

Hesi jólini verða heilt víst minnilig - kanska tí tey verða tey bestu nakrantíð.

Tey jólini, tá vit av sonnum fingu jólafrið inn í okkara heim og øll sita smílandi við peisina og eta rísgreyt. Ella tey jólini, tá mamman bleiv hysterisk kl 18.35, tí hon ikki visti, hvussu man brúnkar epli. Svøk kl 20.00, tí ongin tímur at dansa um jólatræiði. Og frætør, tí vit skulu byggja nýggja Legoið heldur enn at hyggja eftir pávanum á midnátt.

Havi ein lítlan illgruna um, at sonurin kanska ynskir sær jól saman við ommum og abbum næstu jól.