Ein beding fyri allar bátar

Andersen Beding á Strondum hevur nógv ár á baki. - Vit hava í roynd og veru eitt sera víttfevnt tilboð til bátaeigarar, sigur arbeiðsformaðurin, Johan Andersen.

Strendur: At tað veruliga er so sum Johan sigur, prógvar ein stutt vitjan á bedingini ein vakran dag í farna mánaði.

Uppi á sjálvari sleipistøðini stóðu tveir bátar og við bryggjuna lá ein annar. Allir hava teir tørv á nøkrum av tænastunum, sum arbeiðsfólkið hevur at bjóða.

Teir átaka sær alt arbeiði innan jarn, træ og glastrevju, og ynskja haraftrat at vera ein álítandi partnari hjá føroysku fiskivinnuni.

- Her er nóg mikið at gera. Mesta arbeiðið sum vit gera eru kortini umvælingar.

- Og tað vísir seg tíbetur soleiðis, at tað altíð eru skip og bátar, sum hava tørv á tí, sigur Johan við Sosialin.

Í løtuni eru sjey mans til arbeiðis. Hetta vísir seg at vera sera hóskandi til arbeiðsgongdina og tørvin á sleipistøðini.


Bátar og bátabrýr

Tveir av bátunum, sum vóru í hondunum á arbeiðsmonnunum henda dagin, skuldu skifta motorin út. Annar teirra stóð á bedingini og hin lá við bryggju.

Ein stuttleikabátur var eisini tikin upp. Hann hevði tørv á ymiskum umvælingum, millum annað mátti stevnirørið har afturi skiftast út, tí tað var brotið.

Hinvegin so kann ein staðfesta, at talið av skipum á Strondum hevur verið minkandi tey seinnu árini.

Hetta hevur sum vera man eisini havt ávirkan á virksemið hjá Andersen Beding.

Henda dagin vit vitjaðu á bedingini vóru teir eisini í ferð við eitt heilt annað arbeiði, ið ikki beinleiðis hevur við skip og bátar at gera.

Sjóvar kommuna ætlar at geva smábátunum betri umstøður til atløgu, og hava tí bílagt sær fleiri bátabrúgvar.

Henda dagin sóust menn standa og sveisa nøkur hongsl á hesar, áðrenn tær verða lagdar út.