Uttanríkis- og vinnumálaráðið:
Í Føroyum skal alt fólkið hava beinleiðis ávirkan á, hvussu ferðavinnan verður skipað. Øll skulu tí fáa høvi at geva sítt íkast til kommunalu ferðavinnuætlanirnar, og við hesum at skipa ferðavinnuna í sínum øki, í bygdini og í haganum, soleiðis at bæði fastbúgvandi og ferðafólk kenna seg vælkomin.
Fleiri kommunur eru longu farnar undir at gera ferðavinnuætlanirnar og hava eitt nú skipað fyri borgarafundum, so at øll, sum búgva í kommununi, kunnu koma til orðanna.
Spurningarnir um gjøld og tænastur fara, sum vera man, at verða havdir á lofti í sambandi við hesar ætlanirnar. Tí verður her greitt nærri frá, hvussu tær ásetingarnar í ferðavinnulógini, sum hava elvt til størst iva, skulu skiljast. Eru ivamál um hesi ella onnur ferðavinnuviðurskifti, eru bæði Visit Faroe Islands og umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið fús at svara og eisini at koma út um landið at umrøða spurningarnar.
Endamálið við ferðavinnulógini er at skapa karmar um eina vinnu, ið verður náttúruni, fólkinum, sum her býr, og vinnuni, eisini landbúnaðinum, til størst møguligt gagn.
Fremsta amboðið til at røkka endamáli lógarinnar eru staðbundnu ferðavinnuætlanirnar. Tað liggur tí ein stór ábyrgd á kommununum at taka allar partar við í arbeiðið at skipa ferðavinnuna á staðnum.
Ferðavinnan gevur nógvar møguleikar at økja um tilboðini til fólk í øllum landinum, tí hon kann geva grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum, øktum virksemi og størri trivnaði. Ferðavinnan kann tí verða eitt gott amboð til at varðveita búseting um alt landið.
##med2##
Har sum størstur vøkstur er í ferðavinnuni, kann ávirkanin tó eisini kennast stór. Á mest vitjaðu støðunum kunnu heimafólk kenna, at ferðavinnan ger seg inn á trivnaðin.
Tað er ikki ætlanin. Ferðavinnuætlanirnar skulu vera meginamboðið at byrgja fyri avleiðingum, sum sleppast vil undan. Eitt nú kunnu borgarar, jarðareigarar og vinnan á staðnum saman leggja ætlanir fyri, hvussu ferðafólk skulu ferðast í økinum, bæði innan- og uttangarðs, og gera uppskot til átøk, ið tálma ferðafólkaferðsluni.
Ferðavinnan er ein nýggj vinna, og í ferðavinnulógini eru fleiri tættir, sum skuldu roynast í verki og har nýggjar loysnir og semjur skulu finnast.
Serliga er tað í spurninginum um gjald fyri handilsliga ferðavinnu, at sjónarmiðini hava verið ymisk, og ivi hevur verið um, hvat hugtakið “tænasta” fevnir um, hvussu stórt eitt “rímiligt” gjald kann vera, og frá hvørjum hetta gjaldið kann verða kravt.
Í ferðavinnulógini er lagt upp til skynsemi og at partarnir sjálvir finna hóskandi loysnir. Í summum støðum sær út til at ganga væl, men aðra staðni eru trupulleikarnir eins stórir, sum áðrenn ferðavinnulógin varð samtykt.
Ferðavinnulógin er ikki galdandi fyri fólk, sum búgva í Føroyum
Fyrst av øllum skal gerast greitt, at ferðavinnulógin einans er galdandi fyri ferðafólk. Hesi eru í lógini allýst sum fólk, ið ikki eru búsitandi í Føroyum, men sum vitja í frítíðar- ella arbeiðsørindum, og sum eru burturi frá sínum heimstaði í meira enn 24 tímar.
Tað er ikki loyvt at krevja gjald fyri atgongd at náttúruni frá fólki, sum búgva í Føroyum. Tað er heldur ikki loyvt at sýta fólki, sum búgva í Føroyum, atgongd at náttúruni, ella at krevja, at tey taka lut í skipaðum túrum móti gjaldi.
Tað er einans um rakstur, haruveiða ella annað landbúnaðarvirksemi ger tað neyðugt at steingja atgongdina at einum haga, at fólk, sum búgva í Føroyum, kunnu verða sýtt atgongd, og tá ikki longur enn neyðugt, fyri at røkja nevnda landbúnaðarvirksemið.
Undantakið frá hesi regluni er, um eitt øki er stongt fyri øllum av trygdarávum, ella tí tað er friðað. Slíkar forðingar kunnu bert gerast av ávikavist politinum og náttúrufyrisitingini á Umhvørvisstovuni.
Hóast fólk, sum búgva í Føroyum, sum meginregla ikki eru fevnd av lógini, kunnu føroyskir hópar í summum førum koma undir ásetingarnar fyri handilsliga ferðavinnu. Tað kann t.d. vera um eitt føroyskt arbeiðspláss ger eina útferð, har tey keypa ymsar tænastur, eitt nú ferðaleiðara, matpakka ella upplivingar.
Harafturímóti er tað ikki handilslig ferðavinna, um starvsfólk á einum arbeiðsplássi gera av at fara ein túr saman í náttúruni, har tey skipa fyri øllum sjálv.
Hugtakið “tænasta”
Ein tænasta í ferðavinnulógini er ein veiting, sum ferðafólk gjalda fyri. Tað kann t.d. vera ein skipaður túrur við ferðaleiðara, matpakka, upplivingum o.tíl.
Ferðafólk mugu sjálv gera av, um tey vilja keypa eina tænastu. Á ávísum støðum kann kortini vera krav um staðkendan ferðaleiðara. Í slíkum førum skal hetta kravið vera partur av kommunalu ferðavinnuætlanini, og serkøn skulu meta um, hvørt kravið um ferðaleiðara er neyðugt. Verður ferðaleiðari kravdur av trygdarávum, skulu serkøn fólk meta um umstøðurnar á staðnum. Verður ferðaleiðari kravdur fyri at verja náttúruna, eitt nú fugl ella vøkstur, skal náttúrumyndugleikin meta um, hvørt hetta er neyðugt ella ikki.
Møguligt krav um ferðaleiðara er bert galdandi fyri ferðafólk. Fólk, sum búgva í Føroyum, kunnu eins og frammanundan ferðast frítt undir egnari ábyrgd.
Farleiðir og hugtakið “rímiligt gjald”
Ferðavinnulógin leggur upp til, at tað eru kommunurnar, sum merkja upp og gera farleiðir við loyvi frá náttúrufyristingini.
Í summum førum hava bøndur sjálvir gjørt gøtur fyri at menna ferðavinnutilboð í økinum. Um bøndur skulu gera slíkar leiðir, skal tað vera við loyvi frá kommununi og náttúrufyrisitingini. Bøndurnir kunnu tá taka gjald frá ferðafólki, sum ganga gøturnar, men gjaldið skal standa mát við útreiðslurnar, sum standast av at gera, ansa og røkja gøturnar. Endamálið við at gera gøtur er sostatt ikki at vinna pening upp á sjálva farleiðina, men at nýggju leiðirnar skulu skipa ferðafólkaferðsluna, so at hon hevur minst møgulig neilig árin á náttúruna, lokalsamfelagið og landbúnaðin.
Bóndin kann altíð bjóða ferðafólkum at keypa aðrar tænastur afturat. Somuleiðis hava aðrir ferðavinnuveitarar møguleika at bjóða seg fram á leiðini. Bóndin kann krevja, at avtala verður gjørd um virksemið, men hann kann ikki sýta øðrum veitarum at virka á lendinum, sum hann varðar av. Bóndin kann tí ikki áleggja ferðafólki ella øðrum tænastuveitarum eitt gjald fyri atgongd, sum er munandi hægri enn kostnaðurin av at gera, ansa og røkja gøtuna.
Nakrar farleiðir eru serliga nógv vitjaðar, tí at tær eru serliga vakrar ella serliga kendar og ferðafólk tí vilja uppliva hesi støð. Tørvur kann tá vera á at skipa ferðsluna, og góðir møguleikar kunnu vera fyri at veita ferðafólkum tænastur, men náttúran, náttúruupplivingarnar og útsýnið eru ikki tænastur, og skulu ikki gjaldast fyri.
Tað skal tí ikki vera dýrari at ganga eina gøtu, ið er serliga nógv vitjað, heldur enn at ganga eina samsvarandi leið, ið er minni vitjað.
Á teimum støðum, har gjald verður tikið fyri at ganga ávísa leið, skal kommunan eisini vísa á aðrar leiðir í sama øki, har einki gjald verður tikið.
Kanningar vísa greitt, at fólk flest velja at ganga, har gøta er gjørd, ella ein farleið er merkt upp. Tí eru gøtur og merktar leiðir eisini eitt tað fremsta amboðið til at stýra ferðafólkaferðsluni. Órógv og slit av ferðavinnuni er samstundis minni, tá ikki ov nógv ganga somu leið í senn. Tí ræður um, at farleiðirnar til vitjanarverd støð eru nóg nógvar, og tí skulu kommunurnar vísa á nýggjar farleiðir afturat almennu bygdagøtunum og øðrum gomlum farleiðum.
Gevið gætur, at kommunala ferðavinnuætlanin kann broytast. Er tørvur á at endurskoða farleiðir seinni, tí tær ikki liggja rætt, ella tí at ferðslan órógvar fólk og fæ, ber væl til at broyta tær aftur.
Eru ivamál um hesi ella onnur ferðavinnuviðurskifti, eru bæði Visit Faroe Islands og umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið fús at svara og eisini at koma út at umrøða spurningarnar.












