Hvar heldur tú jól?
- Øll jólini verða hildin í Vestmanna. Eg keypti hús í Vestmanna í vár, so hetta verða fyrstu jólini, har eg og børnini halda jól í húsunum.
Tað sigur Anna Jakobsen.
Hvat eta tit á jólum?
- Jólaaftan eta vit altíð dunnu. Jóladag plaga vit systkin við familju at samlast til brunsj, og tá er tað eitt sindur ymiskt, hvat vit eta.
2. jóladag er tað ræst kjøt.
Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi nógvar jólagávur. Vit eru sjey systkin, og tað eru nógv børn í familjuni, so tað er altíð nógv at keypa.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Haldi, tað er ein deiligur friður, tá jólini endiliga koma.
Anna vísir á, at nógv verður rokast dagarnar fram til jóla, men tá jólini koma, er bara at taka tað róligt; tá er einki opið, og einki er at renna til.
Hevur tú nakað jólaynski?
- Eg ynski bara, at øll tey, eg eri góð við, eru frísk og hava tað gott, og at alt skal gangast teimum væl, sigur Anna Jakobsen.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/halda-jol-i-nyggjum-heimi-i-fuglafirdi