Ein deyður og fimm særd av skotum í bussi í Kalifornia

Illgerðarmaður skjeyt eftir ferðafólki í einum Greyhounds-bussi og legði vápnið eftir sær á setrinum.

Hann er nú handtikin.

Seks fólk eru í dag skotin í einum busssi, sum var á veg úr Los Angeles til San Francisco-økið í Kalifornia í USA.

Ein av teimum skotnu er deyður, upplýsir amerikanska løgreglan sambært stjónvarpsstøð á staðnum, KBAK.

Tað eru í løtuni eingir upplýsingar um, hvussu álvarsliga hini fimm eru særd.

Skottilburðurin fór fram í Grapevine, sum liggur um 130 kilometrar í ein landnyrðing úr Los Angeles.

##med2##

Ein talsmaður fyri løgreglnuna í Fort Tejon upplýsir fyri KBAK, at illgerðarmaðurin var ferðamaður í Greyhound-bussinum.

Tá bilførarin hoyrdi skotini og koyrdi inn til síðuna, fór illgerðarmaðurin úr bussinum og lat hándvápnið liggja eftir á setrinum, skrivar KBAK.

Mistonkti maðurin er nú í varðhaldi hjá løgregluni.

Greyhound-bussar eru bussar, sum koyra langar og drúgvar rutur í USS:

 

/ritzau/