Einaferð kallaði ein lossingarmaður í Havn seg fyri cand. loss í telefonbókini.
Tað var í skemti. Nú hava føroyingar fingið ein akademiskan lossingarmann. Í ramasta álvara.
Fríggjadagin vardi Erland Viberg Joensen ph.d.-ritgerð um lossingarmenn í Havn. Erland Viberg Joensen er cand. mag. í søgu og fólkalívsfrøði. Hann hevur lisið á Fróðskaparsetrinum og við lærdu háskúlarnar í Århus og Keypmannahavn. Hann var liðugur í 1994 og hevur síðan undirvíst á Handilsskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Síðstu árini hevur hann starvast á Landsskjalasavninum. Og fríggjadagin kom krúnan á verkið, tá hann vardi bókina »Lossingarmenn í Havn«, sum er komin út á forlagnum hjá Fróðskaparfelag Føroya. Men hvaðan stavar áhugin hjá akademikaranum fyri lossingarmonnunum.
? Áhugin er persónligur og stavar millum annað frá ættarbondum. Eg havi fleiri skilmenn, sum hava lossað á keini. Sjálvur havi eg ikki lossað, men eg havi kortini landað hinumegin vágna, sigur Erland Viberg Joensen.
Lossingarmenn í Havn er ein heildarmynd av arbeiðslívinum á keiini á Eystaruvág í Havn árini 1930 til 1980. Havnin í Havn verður lýst innan- og uttanífrá. Ítøkiliga arbeiðið, serliga mentanin í umhvørvinum, havnarmenn og avbygdarmenn, samanhald og mótsetningar verða viðgjørd. Í somu vending vera tøkniligar broytingar lýstar, sum hava havt ávirkan á arbeiðslagið.
Eitt serligt kapitull er um trunkan av arbeiðsmonnum framman fyri pakkhúshurðina, har teir vóru útvaldir til arbeiði.
? Hetta var ein kapping uttan reglur um arbeiði. Menninir stóðu í tøgn og bíðaðu eftir at vera útpeikaðir. Mín viðgerð byggir á munnligar frásagnir. Hvør fekk arbeiði. Og hví? Hetta var eitt heilt serligt umhvørvi í Havn, sum er farið í søguna, sigur Erland Viberg Joensen.
Verjan av ph.d. ritgerðini fór fram á Føroya Sjómansskúla seinnapartin fríggjadagin og tók hálvan triðja tíma. Jóannes Dalsgaard, formaður í metingarnevndini, greiddi fyrst frá, hvussu mett var. Honum á baki settu andstøðingarnir Jonathan Wylie og Elisabeth Vestergaard spurningar, áðrenn nevndin at enda metti um ritgerð og verju. Alt endaði við, at Erland Viberg stóð royndina og kann kalla seg doktara í lossing.
Bókin »Lossingarmenn í Havn« fæst í handlunum. Hon er 416 síður og kostar 280 krónur.