Ein dreymur sum gongur út

– Eg eri ógvuliga fegin fyri at vera her. FCK er eitt stórt felag, og fari at menna meg upp á nógvar mátar.

Tað sigur 16 ára gamli Thomas Bjørn, sum fríggjadagin á sínum 16 ára føðingardegi skrivaði undir sáttmála við danska stórfelagið innan fótbólt, FC Keypmannahavn.

 

Thomas Bjørn Miezan fer til Keypmannahavnar úr HB úr Havn. Hann er eisini á føroyska U17 landsliðnum, har hann hevur verið brúktur á offensivu plássunum.

– Thomas er ein spælari við góðum fysiskum eginleikum fyri at gerast ein toppspælari, sigur Mikkel Køhler, sum er Head of Recruitment hjá FCK, við heimasíðuna hjá danska stórfelagnum.

– Hann hevur harumframt bæði góðan teknikk og taktiskt forstáilsi. Og so er hann ein glaður drongur við eini fantastiskari persónligheid, sum elskar at venja og royna alt tað, hann ikki longur dugir. Vit meta Thomas at vera eitt stórt talent við góðum møguleikum, sum vit gleða okkum til at fáa í FCK, sigur hann.

Trýstið á pílin fyri at hoyra og síggja samrøðu við hann.

 

##med2##