Ein eldsál gevst

– Tað er blivið alsamt meira og meira torført at gjøgnumføra tiltøk vegna vantandi venjingarhøli hjá bólkunum, og undirtøkan og bólkarnir eru blivnir færri, sigur Teitur Egholm Fossaberg

Seinastu 10 árini hevur Teitur Egholm Fossaberg arbeitt fyri at menna føroyska tungmálmspallin. Hann hevur staðið á odda fyri áhugafelagnum "Upp við Hornunum", sum hevur skipað fyri óteljandi konsertum og tiltøkum seinastu árini sum eitt nú "Wacken Metal Battle Føroyar.

– Høvðusgrundin fyri alt tað arbeiði, ið eg havi lagt í tungmálmspallin, hevur altíð verið áhugin, og eldurin inni í mær fyri at geva okkurt til tungmálmspallin, ið eg helt at hann manglaði, skrivar Teitur Egholm Fossaberg á facebooksíðuni hjá Upp við Hornunum.

– Nú er tann eldurin meira ella minnið sløknaður, og tað eru nógvar grundir til tað, men størstu grundirnar eru nokk tær, at tað er blivið alsamt meira og meira torført at gjøgnumføra tiltøk vegna vantandi venjingarhøli hjá bólkunum, og at undirtøkan og bólkarnir eru blivnir færri, sigur hann.

Hann nýtir samstundis høvi at takka teimum, sum hava hjálpt og stuðlað.

– Tað er ikki lætt at leggja so nógva orku í ólønt arbeiði, sum vit hava gjørt, og eg vil tí takka Unu, Lauru, Maibritt, Hannu, Theodor, Evu, Eija, Mikkjal, Rannvu, Marjun, Tutl, og Ljóðtøkni fyri teirra dyggja stuðul og hjálp ígjøgnum alt UVH hevur megnað, og sum nógv mettu sum vónleysir dreymar, áðrenn vit fingu tað at henda, skrivar Teitur.

– Eg gleði meg til at fara á tungmálmskonsertir sum vanligur áhoyrari framyvir, og fari altíð at stuðla føroyska tungmálmspallinum!

Enn er ikki heilt avgjørt hvat kemur at henda við Upp Við Hornunum, men fyrireikararnir ætla í øllum førum at gera eitt megnartiltak einaferð seinni í ár. Hetta verður tað síðsta, sum Teitur Egholm Fossaberg verður partur av, sigur hann.