Løgreglan boðar á Facebook frá, hvussu fólk, ið hava huga at fara í býin – og kanska at dansa – verða noydd at uppføra seg um hvítusunnuna.
Løgrelgna skrivar soleiðis:
»Fyrst vilja vit ynskja øllum eina góða og FRIÐALIGA Hvítusunnu.
Fyri tey, ið eru áhugað í einum friðarligum túri í býnum, og ikki minst øllum hinum party party fólkunum, sum dáma eymar trummhinnur og føtur, so kunnu tit lesa eitt sindur um, hvat er loyvt í býarlívinum niðanfyri.
Nú Hvítusunna er fyri framman, vilja vit minna á reglugerðina, sum er galdandi í mun til "náttarlívi".
Í § 17, stk. 1-2 í matstovulógini eru ásettar almennu upp- og afturlatingartíðirnar fyri virksemi, sum er fevnt av lógini.
Afturat hesum eru tað í halgidagslógini ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt 'offentlige forlystelser'. 'Offentlige forlystelser' hevur politiið nágreinað sbr. politiviðtøkurnar sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt.
Tónleikur úr hátalara fellir vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini.
Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.
Fyri Hvítusunnuna er hettar galdandi:
Hvítusunnuaftan (leygardag): Skeinking er loyvd fra kl. 11:00 til kl. 03:45 (sunnumorgun). Dansur oa. sum hoyrir undir "offentlig forlystelse", er loyvd til kl. 23:45.
Hvítusunnudagur (sunnudagur): Skeinking er loyvd fra kl. 11:00 til kl. 23:45. Dansur oa. er ikki loyvt sambært §4, sbr. § 2 í halgidagslógini.