Í heldur ónøktandi gongdini, sum HB hevur upplivað í ár, hevur Andrew av Fløtum eisini havt sína niðurgongd. Seinnu árini hevur Andrew annars verið fastur maður í landsliðshópinum, men her hevur hann als ikki verið í ár. Og bara tað í sjálvum sær hevur verið við til at motivera áleyparan til at hvessa seg aftur.
- Ja, tað er avgjørt ein motivatiónsfaktorur. Mann vil prógva, at mann framvegis eigur sítt pláss á landsliðnum. Og tað vóni eg, at eg sleppi at prógva.
Tú kom við hesa ferð upp á avboð frá øðrum áleypara, men tað verður tosað um, at tað ikki er heilt ósannlíkt, at tú verður millum teir fyrstu ellivu. Er tað ein møguleiki, sum tú væntar at fáa?
- Eg eri sjálvandi eitt gott boð, tí vit eru ikki so nógvir eftir at kappast um plássið. Tað eru Christian Høgni- sum tó eisini kann røkja onnur pláss, Andreas og eg, so tað vóni eg sjálvandi.
Og er tað ein maður, sum skal kunna halda upp á bóltin, so ert tú kanska mest upplagdur sjálvur?
- Tað veldst sjálvandi um, hvussu uppleggið verður, og hvørjar prioriteringar venjarin ger. Um tað skal vera ein skjótur maður ella ein, sum kann halda upp á bóltin. Og eg vóni, at hann vil hava ein, sum kann halda upp á bóltin.
Og verður tað tað, so ert tú til reiðar at prógva, at tú aftur eigur títt pláss á liðnum?
- Ja. Tað er kanska mín fremsta styrki, at eg dugi væl at halda bóltinum, so tað vóni eg sjálvandi, at eg sleppi at prógva, sigur Andrew av Fløtum.