Dómkirkjan: Stórsligið var hátíðarhaldið, tá fyrsti biskupurin í nýggju føroysku kirkjuni varð vígdur seinnapartin í gjár.
Gestir úr Norðurlondum, kirkjuligir myndugleikar, kirkjuráðslimir og onnur vístu nýggja biskupi tann heiður at luttaka við gudstænastuna.
Tey, sum ikki høvdu høvið til hetta, kundu fylgja við gudstænastuni beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi, og kundu soleiðis gerast vitni til hesa stórhendingina.
Í dag er mánadagur, og nýggi bispur byrjar so smátt at skifta starv og bústað – frá at hava verið sóknarprestur á Gjaranesi til eina nýggja tilveru sum biskupur Føroya við heimstaði í Havn.
- Eg fari at flyta inn í Bispagarðin millum jóla og nýggjár, sigur Jógvan Fríðriksson við Sosialin.
Fráfarandi biskupur, Hans J. Joensen flytur úr Bispagarðinum og til Danmarkar at búgva.
Opna leiðslu
Sum nývaldur biskupur hevur Jógvan Fríðriksson nógv viðurskifti og mál at seta seg inn í.
Eitt tað fyrsta, sum hann fer at gera, er at seta seg væl inn øll tey málini, sum liggja á skrivaraborði hansara longu nú - og sum koma at liggja her hesa fyrstu tíðina.
Hann vil tó ikki siga nakað um, hvørji hesi málini eru. Eitt teirra er kortini tørvurin á einum løgfrøðingi til Stiftsstjórnina, sum lýsast skal eftir í næstum.
Eitt annað mál er starvið sum sóknarprestur á Gjaranesi, nú Jógvan er vorðin biskupur. Enn er ikki søkt eftir presti, men hann væntar, at ein nýggjur prestur kann verða settur í hetta starvið í mars ella apríl næsta ár.
Tað eru sjálvandi mangir ymiskir mátar at loysa slík mál uppá. Jógvan hevur sjálvur sett sær síni mál um, hvussu hann ætlar at skipa arbeiðið, so tey verða loyst á bestan hátt.
- Eg havi boðað frá at eg ynski eina opna leiðslu, og hesum ætli eg mær eisini at fylgja í arbeiði mínum. Eg ætli mær nevniliga at lurta eftir øðrum, áðrenn eg taki mínar egnu avgerðir.
- Ja, eg fari ikki at tvinga nakran at tosa við meg. Eg fari í øllum førum at tosa við tey, sum hava hug at tosa við meg, sigur hann við einum brosi.
Tosa við bæði tvey
Í starvslýsingini hjá biskupi verður sagt, at biskupurin er geistliga háyvirvaldið í stiftinum. Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum.
Jógvan ætlar tí at gera nógv burtur úr at lurta eftir øllum pørtum, sum hava við tað einstaka málið at gera:
Er talan um til dømis viðurskiftini hjá prestunum fer hann at tosa við Prestafelagið. Og er talan um eitt mál, sum hevur við umsitingina av kirkjuráðunum at gera, so fer hann at tosa við Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
- Og gerst tað neyðugt, so fari eg at tosa við bæði tvey, sigur nývaldi biskupurin.
Neyðugt samskifti
Eitt annað mál, sum hevur stóran týdning fyri Jógvan er at koma kring landið at hitta øll tey, sum hava við kirkjuna at gera.
Nývaldi biskupurin fer tí at vitja prestarnar og kirkjuráðini fyri líkasum at taka “temperaturin” í kirkjuni – hvussu klima’ið er og lurta eftir, hvat fólk annars hava uppá hjartað.
- Tað er sera týdningarmikið at ein fær lodda dýpið á tí einstaka staðnum. Tí tað er mangan so, at tað sum kann kennast trupult á einum staði, kann ganga uttan trupulleikar á einum øðrum staði.
- Fólkakirkjan er gott nokk EIN, men hon er samstundis ein breiður hópur. Eitt orðaskifti við hóvsemi, kann tí verða til stórt gagn fyri allar partar, slær Jógvan fast.
Í hesum opna orðaskiftinum ætlar hann at leggja stóran dent á samskifti við prestar, kirkjuráð, fólk og felagsskapir í kirkjuni.
- ein av hesum felagsskapum er Heimamissiónin, sum er ein stór rørsla og sum ger eitt gott arbeiði, slær hann fast.
Ymiskar deknagudstænastur
Aðrastaðni í greinini er nevnt, at Fólkakirkjan er EIN, men at tað eru frávik í kirkjuni sum vísa at hon er ymisk.
Eitt dømi um hetta eru deknagudstænasturnar í bygdunum, sum liggja hvørjumegin við Gjaranes, har hann hevur búð í fleiri ár – Strendur og Skála.
Í hesum kirkjum verða deknagudstænastur hildnar um prestur ikki er til gudstænastuna. Hóast talan er um grannakirkjur, er kortini ein ávísur munur í mátanum, sum hesar gudstænasturnar verða framdar.
Ein munur er at finna í talinum av sálmum og í tekstlesingini við hesar deknagudstænasturnar. Í aðrari kirkjuni syngja tey ein sálm minni enn í hinari.
Um ein yvirførir hesa myndina til myndina av eini gudstænastu við presti og sum byrja somu klokkutíð og hevur sama boðskap, so er hetta ein mynd av, hvussu ein fólkakirkja kann virka við frávikum frá einum staði til hitt.
- Jú, fólkakirkjan er ymisk, men kann samstundis vera ein og við sama boðskapi, slær Jógvan Fríðriksson fast.
Bispaembætið
Biskupurin er geistliga háyvirvaldið í stiftinum. Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum. Biskupurin gevur prestunum loyvisbræv (kollats) at virka sum prestar, og eingin kann gerast prestur í fólkakirkjuni uttan loyvisbræv frá biskupi. Hann skal eisini síggja til, at próstar og prestar í tænastu síni halda seg til trúarjáttan evangelisk-luthersku fólkakirkjunnar, og at teir fylgja fyriskipaðu gudstænastuskipan og ritualum fólkakirkjunnar.Kirkjuliga lóggávan letur í ein vissan mun biskupinum upp í hendur at taka avgerðir í ávísum málum. Tað er litið biskupinum til at skipa alla prestatænastuna í stiftinum. Í ávísum førum gevur lóggávan biskupinum myndugleika at geva undantaksloyvi, eitt nú hvat fyriskipanini um konfirmatión viðvíkur.Biskupurin er í ávísum førum eisini kærumyndugleiki; til dømis skulu kærur um kirkjuráðsval fyrst leggjast fyri biskupin.(Kelda: folkakirkjan.fo)