Ein føroyingur í College-flogbólti í USA er ikki óhugsandi (FM1)

(FM1) Hoyr eina samrøðu við týsku, Sandru Brunke sum var sum talentspeidari til NEVZA U19 kappingina í Finnlandi

##med2##

Millum tey sum hava hugt eftir U17 og U19 NEVZA kappingunum í flogbólti, ið hava verið í Finnlandi og í Danmark í farna er týska Sandra Brunke, ið er vaksin upp í partinum av Týsklandi, ið var DDR ella Eysturtýskland fram til 1990.

Mamma Sandru Brunke var ein elituspælari í flogbólti, ið var ein stór ítróttargrein í DDR, so Sandra fekk flogbóltin inn við móðirmjólkini.

Í USA hava lesandi sum eru evnaríkir flogbóltsspælarar møguleikan at fáa eitt Sports Scholarship, eitt ítróttarstipendiat uppá fýra ella fimm ár, har hesi bæði kunnu taka eina útbúgving umframt, at tey spæla flogbólt á sera høgum støði.

Sandra Brunke var so heppin at fáa eitt ítróttarstipendiat til hægri lestur á Hawaii, umframt, at hon kom í eitt framúrskarandi flogbóltsumhvørvi.

Nú arbeiðir Sandra Brunke sum talentspeidari fyri US Volley, og í samrøðu við Óla G. Samuelsen, flogbóltsreportara hjá FM1 útihýsir Sandra Brunke ikki, at ein føroyskur flogbóltsspælari kann fáa eitt ítróttarstipendiat í USA.

Tað sum Sandra dámar væl við føroyskum flogbóltsspælarum er stríðsviljin teir vísa.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra drúgvu samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi á enskum við Sandru Brunke á flogvøllinum í Vaasa í Finnlandi aftaná NEVZA U19 kappingin var liðug.

 

(Samrøða hjá Óla G. Samuelsen: Sandra Brunke flogbólts-talentspeidari)