Seinni velur hann at gevast í herinum og krógvar seg sum ein annar John Rambo í fjøllunum, men fortíðin kemur at vitja hann. Tað er Obersturin Johnson, sum vil hava hann at hjálpa sær við at verja forsetan, sum teir eru bangnir fyri kann verða myrdur av einum snigskjútta. Hann skal tí skipa fyri, hvussu hann hevði gjørt hetta best, men hann verður snýttur, og nú er alt landið og øll landsins hernaðarfólk, fregnartænastur og løgreglumenn eftir honum.
Rambo í 2007
Hann er illa særdur og øll leita eftir honum, men hann er ikki so at spæla við hesin Swagger, hann fer sjálvur at jagstra teir, sum vilja honum eftir lívinum og hann endar á hægstu rók.
Sjálvt um Swagger er ein stoltur maður, sum trýr á amerikanska samfelagið, so verður hann eitt offur í einum óhugnaligum stórpolitiskum spæli, har øll eru eftir øllum.
Filmurin Shooter byggir á skaldsøguna hjá Stephen Hunter ”Point of Impact”, sum varð kallað ein Rambohetja fyri tey, sum hugsa sjálvi.
Shooter minnir um allar hesar samansvørjingarfilmarnar, sum vit kenna frá sjeytiárunum, so sum ”Tre døgn for kondor”.
Hetta er undirhald av allar besta slag, frá byrjan til endan- ein nærum fullkomin og heilskaptur spenningsfilmur og actionfilmur. Mark Wahlberg hevur ongantíð verið betur enn í Shooter.
5 stjørnur av 6
Leikandi:
Bob Lee Swagger...............................Mark Wahlberg
Nick Memphis......................................Michael Peña
Oberst Isaac Johnson........................... Danny Glover
Sarah Fenn................................................. Kate Mara
Leikstjóri Antoine Fuqua. 126 minuttir. Vístur í Havnar Bio frá 22. juni. Aldursmark 15 ár.