Ein felags trupulleiki hjá allari alivinnuni

Ákærurnar um dumping, sum alarar í ES hava reist móti Føroyum og føroyskari alivinnu er ein trupulleiki, sum vinnan má loysa í felag. Tað sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum, nú boðini frá ES um, hvørjar fyritøkur skulu kannast, eru á veg úr Brússel.

ALIVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt

Ákærurnar hava hingið í luftini eina tíð.Føroyingar hava selt laks á ES marknaðinum fyri dumping prís. Ákærurnar, sum eru reistar av øðrum alarum innan ES, hava fingið myndugleikarnar í Brússel at taka stig til eina umfatandi kanning av føroysku alivinnuni. Í fyrsta umfari skuldu bæði alarar og sølufólk svara nøkrum innleiðandi spurningum, sum skulu vera grundarlag undir eini víðari kanning av nøkrum fyritøkum í føroysku alivinnuni.
Tær fyritøkur, sum ES velur at kanna nærri, skulu millum annað svara spurningum um rakstur og fíggjarlig viðurskifti. Spurningarnir, sum fevna um alt árið í fjør, eru umleið 80 blaðsíður til longdar.

Føroyingar fyrireika seg
Felagið hjá alarunum, Føroya Havbúnaðarfelag, hevur leitað sær hjálp hjá eini sakførarafyritøku í Brússel, Van Bael & Bellis, sum er serkøn í dumping málum. Eisini er settur ein trímannabólkur, sum samskipar arbeiðið at fyrireika alivinnuna til at svara ákærunum úr ES. Í bólkinum sita Jan Mortensen, Niclas Rasmussen og Regin Jacobsen.

- Vit meta, at ákærurnar um dumping er eitt felags mál hjá vinnuni, tí hugsast kann, at út frá teimum fyritøkum, sum verða kannaðar, verður øll vinnan dømd, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum. Tí hevur Havbúnaðarfelagið gjørt av at savna vinnuna um henda trupulleika, og eisini er tað vinnan í felag, sum ber kostnaðin av at fáa eina sakførarafyritøku í Brússel at hjálpa.

Tá blaðið fór til prentingar, vóru boðini úr ES um, hvørjar fyritøkur skulu kannast til botns, ikki komin. Men bæði Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum, og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, mettu, at nøvn kunnu setast á fyritøkurnar, helst longu mánadagin.

Hans Jacobsen metir, at talan helst verður um tríggjar ella fýra fyritøkur, sum ES vil kanna nærri. Fyritøkurnar, sum verða kannaðar, hava 37 dagar at svara kanningartilfarinum.