Hon er kend fyri litfagru klæðini, fyri sorgblíðu løgini og so fyri røddina. Vit hava hitt Guðrið Hansdóttir, sum í vikuni gav fløguna »Love Is Dead« út.
Hetta er fyrsta fløgan hjá songkvinnuni, við teirri serligu røddini, ið hevur fangað oyru á áhoyrarum og ummælarum seinastu árini. Sum songkvinna í PH 5,5, í Isadora & The Rebels, einsamøll við gittaranum og á útgávum hjá Peturi Pólsyni og Flemmingi Petersen og seinastu tíðina við bólki undir egnum navni, hevur Guðrið spakuliga brent seg inn í minnið á alt fleiri fólki.
Fløgan er ein roynd at dokumentera nakað av tí tónleiki, ið Guðrið Hansdóttir hevur skrivað.
- Eg vil sleppa av við hetta, eg føli, at eg ikki klári at koma víðari við at skrivað, fyrr enn eg gevi okkurt út. Eg blívi bara við at broyta løgini, og tey blíva ongantíð liðug, so eg geri hetta fyri at sleppa víðari, sigur Guðrið. Dreymurin er at liva av tónleiki, og ein fløga er ein billett, ið vónandi kann hjálpa við at nærkast hesum dreyminum.
Kennist óveruligt
-Tað kennist rættiliga óveruligt, eg haldi ikki at tað hevur gingið upp fyri mær enn, at eg havi gjørt mína egnu fløgu. Akkurát nú veit eg einki, eg veit ikki hvussu fløgan fer at verða móttikin, og eg eri eitt sindur nervøs, hvussu fólk fer at taka ímóti henni, greiður Guðrið frá .
Tað er Guðrið sjálv, ið hevur fíggjað upptøkur og ljóðbland, so hóast plátufelagið Tutl hevur givið fløguna út, stendur eisini nógv fíggjarliga upp á spæl hjá Guðrið. Hetta ger eisini spenningin um móttøkuna uppaftur størri.
Eitt ávíst trýst
Guðrið Hansdóttir er eitt av mest heipaðu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum. Bæði í Isadora & The Rebels og undir egnum navni hevur Guðrið fingið frálík ummæli. Hon er saman við teimum báðum royndu songkvinnunum Eivør Pálsdóttir og Lenu Andersen einasta kvinna, ið hevur verið í uppskoti til heiðurin sum besta songkvinna, báðu ferð Planet Awards hevur verið. Sambært Guðrið kennist hetta løgið.
- Eg havi ikki verið so leingi frammi, sum eitt nú Eivør og Lena, so eg havi eitt sindur torført við at venja meg við tað, greiður hon frá.
Hon lesur enn ummælini og er greið yvir, at góðu konsert ummælini hava eitt trýst við sær, nú hon ger eina fløgu.
- Tað liggur heilt sikkurt eitt press, henda fyrsta fløgan skal vera góð, sigur Guðrið.
Ein blanda heild
Á fløguni eru tíggju løg, og sambært Guðrið er hetta alt løg, ið snúgva seg um forhold millum fólk, ella kanska heldur um problemir í forholdum millum fólk. Hetta er eitt slag av tema, greiður hon frá. Tá hon fór undir at gera fløguna, valdu hon og bólkurin tíggju tey bestu løgini, ið Guðrið hevur skrivað. Tað fyrsta av hesum skrivaði hon í 1995, so tey spenna rættiliga víða. Tey vandu hesi løgini hvønn dag í tríggjar mánaðir, og við tíðini varð okkurt lag skift út við okkurt annað.
Guðrið vísur á, at tað er ringt at velja, hvat skal við, tá man hevur so nógv løg at velja ímillum. Hetta ger eisini, at fløgan er nokkso blandað, men tey somu ljóðførini verða brúkt, og upptøkurnar eru gjørdar sama stað, so hon heldur enn, at tað ljóðar sum ein heild.
Egin bólkur
Í januar, júst tá tað var kunngjørt, at bólkurin hjá Guðrið, Isadora & The Rebels var í uppskoti til Planetina til besta nýggja bólk á Planet Awards, kunngjørdu tey, at bólkurin gavst við at spæla. Guðrið metti ikki, at rokkhamurin hóskaði so væl til hennara løg. Tí fór hon í samstarv við millum aðrar Sakaris Emil Joensen úr Lama Sea og Líggjas Olsen úr Deja Vu og gjørdi poppbólk undir egnum navni. Tað er hesin bólkur, sum hevur spælt fløguna inn. Guðrið er glað um hesa avgerð. Tí hetta hevur givið henni møguleikan at spæla løgini inn, akkurát sum hon hevði ímyndað sær, at tey skuldu vera. Hon viðgongur eisini, at hennara leiklutur í nýggja bólkinum er ein annar, enn hann var í Isadora & The Rebels, har hon bestemmaði rættiliga nógv.
- Eg royni kanska enn at bestemma, men hesir dreingirnir koma við hugskotum, sum eru betri enn míni, so má eg geva meg. Eg havi eisini valt at lata Líggjas og Sakaris framleiða fløguna.
Hugnin hoyrist
Fløgan er tikin upp í Sólarmagn á Velbastað, og hetta hoyrist sambært Guðrið aftur.
- Vit vóru tvær vikur á Velbastað og gingu har og mólu og hugnaðu okkum, eg havi prøvað at verið í vanligum upptøkuhølum, men hetta var heilt øðrvísi, og tað hoyrist á fløguni.
Ljóðblandið hevur danin Dennis Ahlgren tikið sær av. Ahlgren er millum annað kendur sum tónleikari og framleiðari hjá donsku superstjørnuni Tinu Dickow. Hann spælir øll ljóðførini á nýggjastu fløgu hennara. Eisini spælir hann við í og framleiður tónleikin hjá Vincent Van Go Go.
Sambandið við Dennis Ahlgren kom í lag gjøgnum føroysku songkvinnuna Mariu Guttesen, ið skeyt upp, at Guðrið brúkti hann. Guðrið, Líggjas og Sakaris, ið hava framleitt fløguna, fóru til Århus og vóru við, tá Ahlgren ljóðblandaði hana.
Húsin endurspeglar Guðrið
Fløguhúsan hevur Heiðrikur á Heygum gjørt, og fyri Guðrið var eingin ivi um, hvør skuldi gera húsan.
- Heiðrikur skilir akkurát meg og honum dámar mín musikk, so hann hevur fingið totalt fríar hendur. Hann fekk tónleikin og slapp at síggja mína garderobu. Eg er øgiliga væl nøgd. Visuelt endurspeglar húsin mítt image.
Nú er fløgan komin út í Føroyum, men dreymurin er sambært Guðrið at liva av tónleikinum, og tí er næsta stig at koma víðari út í heim. Hon fer í hesum sambandi, at senda fløguna til ummælarar kring heimin, og vónin er at fløgan gerst ein bilett út í heim.