Persónliga fari eg at takka teimum, sum hava lagt oyra og eyga til tað, sum eg havi borið fram. Fyri ein bekennandi sambandsmann er tað ikki torført við lív og sál at kasta seg inn í dystin fyri at verja ríkisfelagsskapin. Fyri okkum sambandsfólk er hann líka so natúrligur sum tað at vakna hvønn morgun og líka so týdningarmikil sum okkara andadráttur.
Tí hava vit hesa seinastu tíðina sæð eldhugaði sambandsfólk á øllum geilarhornum við einum greiðum boðskapi um, hví tað er so umráðandi at fara á val og velja Sambandsflokkin.
Eg takki sum sagt fyri meg og fari vegna Sambandsflokkin at biðja um tygara atkvøðu til at fáa ein sambandsmann á fólkating at svara fyri okkara tjóð.
Takk fyri hesaferð. Vit hittast aftur til løgtingsvali. Tá fari eg at biðja um tað sama.
Veljið Sambandsflokkin - setti krossin við lista B - ein fræls føroysk rødd.
Gott val.